v2  Eg lá og svav, men hjarta mítt vakti; hoyr, tá drepur unnusti mín á dyr: »Systir mín, vina mín, lat mær upp, tú mín dúgva, mín lýtaleysa; tí at høvur mítt drívur av døgg, hárlokkar mínir av náttarinnar dropum.« v3  »Eg eri farin úr stakki mínum, skal eg nú aftur lata meg í hann? Eg havi tváað mær um føturnar, skal eg nú dálka teir aftur?« v4  Mín unnusti rætti sína hond inn um gluggan, tá tók at bylgjast mær í barmi. v5  Eg fór fram at lata upp fyri unnusta mínum; myrra dreiv av mínum hondum, flótandi myrra av mínum fingrum, tá ið teir nurtu við klinkuna. v6  Síðan læt eg upp fyri unnusta mínum, men tá var hann farin, horvin. Hugsprongd eg stóð og mintist á orð hans. Eg fór at leita, men fann hann ikki, eg rópaði, men hann svaraði mær ikki. v7  Varðmenninir, ið ganga um borgina, hittu meg; teir slógu meg, so at eg bløddi; varðmenninir á borgargarðinum tóku møttulin frá mær.

v8  Eg svørji tykkum, Jorsala døtur: Finna tit unnusta mín, hvat skulu tit siga honum tá? – At eg eri sjúk av ást!

v9  »Hvat er tá unnusti tín frægari enn aðrir, tú hitt væna fljóð? Hvat er tá unnusti tín frægari enn aðrir, at tú svørt okkum svá?« v10  Unnusti mín er ljósleittur og reyður, ber av tíggju túsundum. v11  Høvur hans er skíragull, hárlokkarnir eins og vínberjagreinar, svartir sum ravnar. v12  Eygu hans sum dúgvur við rennandi vatn, ið hava baðað sær í mjólk og sita við áarløkin. v13  Kjálkar hans eru blómuteigar, har kryddurtir vaksa; varrarnar eins og liljur, drúpandi av flótandi myrru. v14  Hendur hans eru stengur av gulli, lagdar við rubinsteinum, kviður hans ein fílabeinspláta, alsett við saffirs-tinnum. v15  Bein hans eru marmorsúlur á stallum av skírum gulli; til sjóndar er hann sum Libanon, hábærsligur sum sedristrø. v16  Gómi hans er søtleiki, og allur er hann yndisligur. Hesin er unnusti mín, hesin er vinur mín, tit Jorsala døtur!