v1 Hvar er tín unnusti farin, tú hitt vænasta fljóð? Hvørja leið er hann gingin? Vær viljum finna hann við tær. v2 Unnusti mín fór oman í sín garð, í blómuteigarnar, at røkta har sítt fylgi og tína liljur. v3 Unnusti mín er mín, og eg eri hans, hann røktar sítt fylgi millum liljur.
v4 Tú ert føgur, vina mín, sum Tirza, yndislig eins og Jorsalborg og øgilig sum fylking undir merki. v5 Snúgv tær frá mær, tí at eygu tíni tøla meg! Títt hár er eins og geitafylgi, ið rennur oman av Gilead. v6 Tenn tínar eru sum fylgi av óm, ið koma úr tvátti, allar tvílembdar, eingin teirra geld. v7 Sum fullbúnað granatepli er tunnvangi tín fyri innan skýlu tína.
v8 Seksti eru tær drotningar, hjákonurnar áttati og stoylurnar óteljandi. v9 Men ein er dúgvan mín, mín lýtaleysa, einkardóttir móður sínar, eygnasteinur hennar, ið hana ól; gentur, sum hana sóu, søgdu hana sæla; drotningar og hjákonur bóru henni lov.
v10 Hvør er hon, ið kagar fram sum morgunroðin, føgur sum mánin, rein sum sólin, og øgilig sum fylking undir merki?
v11 Eg fór mær oman í nøtagarðin at síggja, hvussu tað grønkaðist í dølum, at forvitnast, um vínviðurin var farin at spretta, og um granattrøini blómaðu. v12 Áður enn meg vardi, hevði mín hugur leitt meg at vagnum hins mæta í fólkinum.