(6,13)  Snúgv tær, snúgv tær, Sjúlamit, snúgv tær, snúgv tær á, so at vit síggja teg! Hvat vilja tit síggja á Sjúlamit, meðan tvíflokkadansurin gongur? v1  Hvør fagrir eru føtur tínir í skónum, tú høvdingadóttir! Mjadnar tínar eru kýpnar eins og hálsband, handaverk listamanna. v2  Títt fang er eins og kringlut skál, ikki skal skorta henni vín; sum hveitiskrúgv er kviður tín, gyrdur við liljum. v3  Bróst tíni eru sum hindarkálvar tveir, skóggeitartvíburar; v4  hálsur tín er fílabeinstorn, eygu tíni sum Hesjbons tjarnir við Bat-Rabbims borgarlið; nøs tín eins og Libanons torn, sum horvir móti Dámaskus. v5  Høvur títt er eins og Karmel, lokkarnir í hári tínum eins og purpur. Kongurin er fjøtraður í flættum tínum.

v6  Hvør ert tú fríð, hvør ert tú føgur, unnusta mín í yndistokka! v7  Vakstrarlag títt er pálma líkt, bróst tíni eins og vínberjatyssi. v8  Eg hugsaði: Eg vil fara upp í pálman, tríva í greinarnar; bróst tíni skulu vera mær eins og berjatyssi á víntræi, ondin sum angin av apaldi, v9  gómi tín sum frálíkt vín, ið hjá unnustanum gongur lættliga niður og flýtur yvir varrar og tenn. v10  Mín unnusti eigur meg alla, til mín hans hugur stendur. v11  Kom, unnusti mín, vit skulu fara á víðavang og liggja nátt í torpum, v12  vitja árla á morgni víngarðarnar, vita um víntræið sprettur, um gróðurangarnir næla, og um granattrøini blóma, har vil eg geva tær ást mína. v13  Ástareplini anga, fyri durum várum eru alskyns vøkstir, nýggir og gamlir; tær havi eg goymt teir, unnisti mín.