v1  Gævi tú vart mær sum bróðir, ið sogið hevði bróst móður mínar! Hittust vit tá har úti, skuldi eg kyst teg, og eingin sagt meg ringa fyri tað, v2  eg skuldi leitt teg í hús móður mínar, inn í skemmu hennar, ið meg ól, givið tær kryddvín at drekka, berjaløg av granattræi mínum.

v3  Vinstra hond hans er undir høvdi mínum, við síni høgru hann meg fevnir. v4  Eg svørji tykkum, Jorsala døtur, órógvið ikki ástina, vekið hana ikki, fyrr enn hon vil tað sjálv!

v5  Hvør er hon, ið kemur har av heiðini og styðjar seg við unnusta sín? »Undir apaldinum eg vakti teg; har átti teg móðir tín, har føddi teg hon, ið teg ól.«

v6  Legg meg sum innsiglisring á títt hjarta, eins og innsiglisring á tín arm! Tí at ástin er sterk eins og deyðin, hørð eins og Hel í vandlæti sínum; gløður hennar eru brandagløður, logar hennar eru logar Harrans. v7  Mikil vøtn kunnu ikki ástina sløkkja, áarstreymar ikki fløða hana undir; um maður gav fyri ástina allan eyð í húsi sínum, hvør vildi vanvirt hann fyri tað?

v8  Vit eiga unga systur, sum enn ikki hevur bróst; hvat skulu vit gera við systur okkara, tá ið einhvør kemur at biðja um hana? v9  Er hon múrur, tá gera vit krúnu úr silvuri á hann; men er hon hurð, so loka vit hana við sedrisbjálka. v10  Eg eri múrur, og bróst míni eru torn. Tá varð eg í eygum hans sum hon, ið finnur frið.

v11  Sálomon átti víngarð í Báal-Hámon; henda víngarð læt hann varðmonnum upp í hendur; hvør teirra læt honum fyri grøðina túsund siklar í silvuri. v12  Víngarð mín eg havi fyri meg sjálvan; eig tú, Sálomon, tínar túsund, og teir, ið ávøkstin gæta, tvey hundrað.

v13  Tú, sum býrt í gørðunum, vinir lýða á rødd tína, lat meg hoyra hana!

v14  Far tú undan, unnusti mín, og ver tú líkur skógargeit ella hindarkálvi á fjøllum við angandi urtum!