Vælferðin veksur um syndina

v1  Ísrael var gróðurmikil vínviður, sum bar sín ávøkst; men sum ávøkstur hansara nørdist, fjølgaðust eisini altar hans; sum vælferð landsins vaks, tess fleiri steinsúlur fekk tað. v2  Hál eru hjørtu teirra, men nú skulu tey fáa tað aftur; tí at hann skal sorla teirra altar og smildra steinsúlur teirra. v3  Tey siga jú bart út: »Vit hava ongan kong, tí at Harran óttast vit ikki; og hvat kann kongurin gera fyri okkum?« v4  Tey eru stórorðað, svørja rangar eiðir og gera sáttmálar, so at rætturin verður til eitururt, ið veksur fram við hvørjari akurfoyru.

Hovini hjálpa einki, tá ið Assursmenn koma

v5  Órógvast munnu Sámáriubúgvar um kálvin í Bet-Áven; ja, fólk hans og hovprestar skulu hann syrgja og vena seg um dýrd hansara, tí at hon er frá teimum tikin. v6  Eisini hon verður flutt til Assurs, til kongin mikla sum gáva; til skammar skal Efraim verða og Ísrael fáa skemd av gudamynd síni. v7  Eins og hjóm á vatni skal kongur Sámáriu hvørva; v8  oyddir skulu offurheyggjarnir liggja, har sum Ísrael syndaði, og tornir og tistlar vaksa upp um altar teirra; tá munnu tey siga við fjøllini: »Fjalið okkum!« og við heyggjarnar: »Fallið oman yvir okkum!«

Fólkið revsað við oyðandi ófriði

v9  Alt síðan á Gibeu døgum hevur tú syndað, Ísrael; har søgdu teir: »Ikki man ófriður ganga á okkum!« v10  Men eg ráddist á illmennini, agaði teir eftir vild míni og savnaði tjóðirnar móti teimum til tess at revsa teir fyri tvífaldu misgerð teirra.

Efraim hevur havnað góðsku Harrans

v11  Efraim var eins og vand kvíga, sum væl dámdi at treskja. Eg legði sjálvur okið á fagra háls hennara, setti Efraim fyri plógvið og Júda fyri harvuna v12  og segði: »Sáið rættferðar sáð, og skerið upp góðskunnar ávøkst! Brótið upp úr nýggjum lendi kunnleika um Guð og søkið hann, til hann kemur og letur rættlæti regna yvir tykkum. v13  Men tit pløgdu gudloysi, bóru inn órætt og ótu lygnarinnar ávøkst.

Fólkið revsað við oyðandi ófriði

Av tí at tú lítur á vagnar tínar og tínar nógvu kappar, v14  tí skal hergný ganga á borgir tínar og hervirki tíni verða oydd, eins og tá Sjalman oyddi Bet-Arbel á orrustudegnum, tá ið møðurnar dripnar fullu oman yvir børn síni. v15  Svá skal eg gera móti tykkum, Ísraels húsi, vegna hina miklu vándsku tykkara. Um sólarris skal Ísraels kongur farast.