Efraim skal verða oyddur, fyri at teir hava lønt góðsku Harrans við trúloysi

v1  Tá ið Ísrael var ungur, fekk eg tokka til hansara, frá Egyptalandi kallaði eg son mín. v2  Men tó at eg kallaði á tey, fóru tey alt longur frá mær, tey bóru Báalunum sláturoffur og kyndu sínum skurðgudamyndum offureld; v3  tó var tað eg, sum kendi Efraimi at ganga og bar hann á ørmum mínum; men tey vistu ikki, at tað var eg, sum grøddi tey. v4  Eg dró tey við mannabondum, við kærleika reipum, varð teimum eins og barnafostri, bar tey og veitti teimum føðslu. v5  Men nú skal Efraim aftur til Egyptalands, Assur skal vera kongur hans, tí at ikki vilja tey snúgva við. v6  Svørðið skal leika í borgum hans og bróta lokur og oyða hervirki hans; v7  tí at fólk mítt stundar alstøðugt á at víkja frá mær; og verður tað rópað á tað: »Upp, upp!« rísur tó eingin upp.

Miskunn Harrans

v8  Hvussu kann eg geva teg yvir, Efraim? Lata teg farast, Ísrael? Hvussu kann eg fara við tær sum við Admu, gera teg sum Zeboim? Hjartað bilgist mær í brósti, vakt er øll mín várkunn! v9  Eg kann ikki lata bræði mína brenna og aftur oyða teg, Efraim; tí at Guð og ikki maður eg eri, heilagur í miðjum tær; ikki komi eg aftur til tín í vreiði. v10  Harranum skulu tey fylgja; hann ýlir sum ljónið, ja, hann ýlir, og skelvandi koma synir úr vestri, v11  koma skelvandi úr Egyptalandi eins og fuglar, eins og dúgvur úr Assurslandi; eg leiði tey heim aftur til húsa teirra, sigur Harrin.