v1 Meg umringar Efraim við lygnum, Ísraels hús við svikum. Júda tekkir ikki Guð; við skøkjum kemur hann í hóslag. v2 Efraim sóknast eftir vindi, rennur allan dagin eftir eystanstormi, fullur av lygnum og svikum; teir gera sáttmála við Assur og fara til Egyptalands við olju.
v3 Men nú vil Harrin seta at Júda, revsa Jákup fyri hor hans og endurgjalda honum eftir verkum hans. v4 Í móðurlívi lumpaði hann bróður sín, og tilkomin tók hann tøk við Guð. v5 Hann glímdist við ein eingil og bar av honum sigur; hann græt og bønaði hann um náði. Í Betel hann hitti hann aftur, har hann talaði við hann, v6 hann, Harrin, Guð herliðanna, Harrin er navn hans: v7 »Far tær aftur til tjalda tína og stunda á miskunnsemi og rættlæti og vóna altíð á Guð tín.« v8 Í Kánáans hond eru rangar vágskálir, og svik hann elskar. v9 »Eg eri vorðin ríkur,« sigur Efraim, »eg havi vunnið mær mikið mæti.« Men allur hans eyður skal ikki røkka til at gera sátt fyri syndasekt hans. v10 Men eg, sum eri Harrin, Guð tín alt síðan í Egyptalandi, lati teg aftur búgva í tjøldum tínum sum í fornum tíðum. v11 Eg havi talað til profetarnar og latið teimum birtast mangar sjónir; við profetunum havi eg eisini talað í líkingarmálum. v12 Gilead er fult av lygn og tómleika; í Gilead bera teir skógarskrímslunum offur, tí skulu eisini altar teirra vera sum grótrúgvur fram við akurfoyrum. v13 Jákup flýddi til Áramlands, Ísrael gjørdist trælur vegna konu, og vegna konu goymdi hann at fæflokkum. v14 Men við profeti leiddi Harrin Ísrael út úr Egyptalandi, og við profeti varð hann varðveittur. v15 Sára gremju elvdi Efraim, tí skal Harrin lata hann bøta fyri blóðsekt sína og lata vanvirðing hans koma yvir hann sjálvan.