Fyrijáttan um frelsu

v2  Snúgv tær, Ísrael, aftur til Harrans, Guðs tíns; tí at fyri misgerð tína fórst tú. v3  Snúgvið tykkum aftur til Harrans við iðrunarfullum orðum og sigið við hann: »Fyrigev okkum allar misgerðir og ver mildur, og vit skulu greiða tær ávøkst varra vára. v4  Vit skulu ikki leita hjálp hjá Assur og ikki ríða á stríðshestum; og ikki skulu vit kalla handaverk okkara gud váran; tí at hjá tær finnur faðirloysingin várkunn.« v5  Eg vil grøða fráfall teirra og elska tey av fríum vilja, tí at vreiði mín er vikin frá teimum. v6  Eg skal vera Ísrael sum døggin; eins og liljur skal hann blóma og festa røtur sum Libanons skógur, v7  breiða út rótangar sínar, standa skrýddur sum oljutræið og anga sum Libanon. v8  Aftur skulu tey búgva í mínum skugga, dyrka korn og blóma sum vínviður, víðagitin eins og vínið frá Libanon. v9  Hvat skal Efraim gera við hjágudar? Eg bønhoyri hann og líti til hansara. Eg eri sypristræið við grønum leyvi; frá mær fært tú aldin tíni. v10  Hvør er vísur, at hann skilir hetta, og vitur, at hann fatar tað? Ja, rættir eru vegir Harrans; hini rættlátu skulu ganga teir; men hini gudleysu snáva á teimum.