v2 Setið at, ja, setið at móður tykkara, tí at hon er ikki longur kona mín, og eg eri ikki maður hennara; koyri hon burtur av andliti og bróstum sínum merki eftir hori og hjúnalagsbroti! v3 Annars lati eg hana úr hvørjum tráði, so at hon stendur nakin, eins og tá ið hon varð fødd; eg geri hana at oyðimørk og vatnleysum reyni og lati hana doyggja í tosta. v4 Eg miskunni ikki børnum hennara, tí at tey eru skøkjubørn. v5 Tí at skøkja hevur móðir teirra verið, og skammleys var hon, sum átti tey; hon hevur jú sagt: »Eg vil fylgja alskarum mínum, ið geva mær breyð mítt og vatn mítt, ull mína og lín mítt, olju mína og vín mítt.« v6 Sí, tessvegna byrgi eg veg hennara við tornum og laði garðar fyri henni, so at hon finnur ikki rásir sínar. v7 Hon skal renna aftan á alskarum sínum og ikki fáa teir aftur, leita eftir teimum og ikki finna teir. Men tá man hon siga: »Eg vil fara aftur til fyrra mann mín, tí at tá signaðist mær lutur mín.« v8 Hon skilir ikki, at tað eri eg, sum havi givið henni kornið, aldinløgin og oljuna og nøgd av silvuri og gulli, sum tey hava gjørt til Báalar. v9 Tessvegna taki eg korn mítt aftur og aldinløgin mín hvørt í sínum tíma, nemi ull mína burtur og lín mítt, sum hon hylur nakni sítt við. v10 Nú nekti eg skomm hennara beint fyri eygunum á alskarum hennara; úr míni hond kann eingin henni bjarga. v11 Eg geri enda á øllum fagnaði hennara, á hátíðum, tendringardøgum, hvíludøgum og øllum veitsluhátíðum hennara. v12 Eg vil oyða víntrø hennara og fikutrø, sum hon segði vera ta skøkjuløn, ið hon hevði fingið av alskarum sínum; eg geri tey at runnaskógi og lati villdjórini skræða tey í seg. v13 Eg vil aga hana fyri hátíðir Báalanna, tá ið hon kyndi teimum offureld og skrýdd við nasaringum og hálsmeni fylgdi alskarum sínum; men meg hon gloymdi, sigur Harrin.
v14 Sí, tessvegna vil eg lokka hana og leiða hana út í oyðimørkina og tala blídliga við hana. v15 Tá gevi eg henni víngarðar hennara aftur og geri Ógævudalin at Vónarliði. Har skal hon syngja eins og á ungdómsdøgum sínum, sum tá ið hon fór úr Egyptalandi. v16 Á tí degi, sigur Harrin, manst tú siga við meg: maður mín, og ikki longur: Báal mín; v17 eg skal venja hana frá at taka Báalanna nøvn upp á tunguna; nøvn teirra skulu ikki verða munað. v18 Á tí degi geri eg fyri teir sáttmála við djór markarinnar, við fuglar himinsins og skriðkykt jarðarinnar og oyði úr landinum boga og svørð og bardagar og lati tey búgva ekkaleys. v19 Eg man festa mær teg um ævir í rættvísi og rættlæti, í kærleika og miskunnsemi; v20 eg man festa mær teg í trúfesti, og tú skalt kenna Harran. v21 Á tí degi man eg bønhoyra, sigur Harrin, eg man bønhoyra himinin, og hann man bønhoyra jørðina. v22 Jørðin man bønhoyra kornið, vínberjaløgin og oljuna; og tey munnu bønhoyra Jizreel. v23 Og eg skal sáa mær hana í landinum og miskunna »Náðileysu« og siga við »Ikki-mítt-fólk«: »Tú ert fólk mítt;« og hann skal siga: »Guð mín.«