v1 Og Harrin segði við meg: »Far aftur og elska konu, sum elskar annan mann og er ótrúgv, eins og Harrin elskar Ísraelsmenn, tó at teir víkja at øðrum gudum og hava tokka í vínberjakøkum.« v2 Síðan keypti eg mær hana fyri fimtan silvursiklar og hálvan annan homer av byggi v3 og segði við hana: »Langa tíð skalt tú sita mær einsamøll; tú skalt ikki sleppa at horast og ikki tilhoyra nøkrum manni; heldur ikki eg skal koma inn til tín.« v4 Tí at langa tíð skulu Ísraelsmenn sita uttan kong og uttan høvdinga, uttan sláturoffur og uttan steinsúlur, uttan akul og uttan húsgudar. v5 Síðan munnu Ísraelsmenn snúgvast við og leita til Harrans, Guðs síns, og Dávids, kongs síns, og teir munnu á síðstu døgum koma skelvandi til Harrans og til góðsku hans.