v1 Hoyrið orð Harrans, tit Ísraelsmenn, tí at Harrin hevur mál at kæra við íbúgvar landsins; tí at eingin trúskapur er í landinum, eingin kærleiki og eingin kunnleiki um Guð. v2 Teir svørja og ljúgva, myrða og stjala, dríva hor og bróta inn og elva eitt morðið fyri og annað eftir. v3 Tessvegna syrgir landið, og alt, sum í tí livir, ørmaktast; bæði markarinnar djór og himinsins fuglar; ja, sjálvur havsins fiskur verður rivin burtur. v4 Tó kæri eingin og seti eingin at, tí at fólk mítt er jú ikki øðrvísi enn prestur tess og profeturin ikki øðrvísi enn presturin. v5 Hann skal tí snáva á degi og við honum profeturin á nátt; og fólk man farast vegna kunnleikatrot. v6 Teir hava kunnleikanum havnað, tí skal eisini eg teimum havna, so at teir ikki verða prestar; teir gloymdu lóg Guðs síns, tí skal eg eisini børn teirra gloyma. v7 Tess meira teir fjølgaðust, tess meira teir syndaðu móti mær og skiftu um dýrd sína við skemd. v8 Av fólks míns syndum teir liva og tráa eftir misgerðum. v9 Men prestinum skal fara eins og fólkinum; eg skal revsa hann fyri atferð hans og lata hann bøta fyri gerðir sínar; v10 teir skulu eta og ikki mettast, horast uttan at fjølgast, tí at teir hava svikið Harran og hildið fram við hordómi.
v11 Vín mítt og vínberjaløgur køva vitið. v12 Fólk mítt leitar sær ráð við træbul sín, og stavsproti tess veitir tí svar; tí at hordómsandi hevur vilt tey, ótrúgv horast tey burtur frá sínum Guði. v13 Á fjallanna knúkum tey ofra og kynda offurbál á heyggjunum undir eikum og øspum og terebintum, tí at góður er teirra skuggi; tessvegna dríva døtur teirra hor; tí slíta sonarkonur teirra hjúnalagið. v14 Men ikki revsi eg døturnar fyri hor ella sonarkonurnar fyri hjúnalagsslit, tí at sjálvir ganga teir við kvøldarvívum, ofra við tempulskøkjum. Soleiðis ferst óhyggið fólk. v15 Men um tú, Ísrael, horast, eigur tó Júda ikki at gera seg sekan við. Gangið ikki yvir til Gilgal, farið ikki niðan til Bet-Áven og svørjið ikki: »So satt sum Harrin livir!«
v16 Tí at Ísrael er mótræsin eins og mótræsið neyt; skal tá Harrin goyma at teimum eins og lombum á víðum lendi? v17 Skurðgudafelag, drykkjumannalag er Efraim vorðin; v18 tey dríva hor og elska skemd fram um hann, ið er tign teirra. v19 Stormur skal vevja teir í veingir sínar, so at teir fáa skomm av altarum sínum.