v1 Hoyrið hetta, tit prestar, gevið gætur, tit Ísraelsmenn, og tit í kongsins húsi, lýðið á, tí at tykkum er dómurin ætlaður; tí at snerra eru tit vorðnir fyri Mizpu, úttant net á Tábor. v2 Í Sjittim dýptu teir veiðigrøv sína, men eg verði teimum øllum at reipi. v3 Eg tekki Efraim, Ísrael er mær ikki duldur; hor hevur tú Efraim drivið, óreinur er Ísrael vorðin. v4 Verk teirra loyva teimum ikki at snúgva sær aftur til Guðs, tí at hordómsandi býr teimum í brósti, og Harran tekkja teir ikki. v5 Móti Ísrael skal hugmóð hansara vitna og Efraim farast fyri misgerðir sínar; snáva skal eisini Júda við teimum. v6 Við seyði og neytum koma teir til tess at leita til Harrans; men teir skulu hann ikki finna, tí at hann hevur sagt seg leysan við teir. v7 Harranum ótrúgv tey vóru, tí at leysingabørn hava tey alt, men nú skal eldur tey oyða og týna teirra jarðir.
v8 Latið lúðurin gella í Gibeu og hornið dynja í Rámu, hevjið herróp í Bet-Áven og skelkið Benjamin á føtur! v9 At oyðimørk skal Efraim verða á revsanar degi; Ísraels ættum eg kunngeri nakað, sum ikki skal svitast. v10 Júda høvdingar eru vorðnir eins og teir, ið flyta markaskil, tí helli eg vreiði mína yvir teir eins og vatn.
v11 Efraim er kúgaður og rætturin brotin, tí at hann læt sær líka at fylgja fánýtum gudi. v12 Tí varð eg Efraimi sum mølur og Júda húsi sum etandi ormur. v13 Og tá ið Efraim sá sótt sína og Júda kýli sítt, leitaði Efraim til Assurs og sendi boð eftir konginum mikla. Men hann megnar ikki at bøta tykkara heilsu, ikki at grøða tykkara kýli. v14 Tí at eg eri Efraimi eins og ljónið, Júda húsi eins og ungljónið, eg skræði sundur og haldi til gongu, taki bráðina við mær, og eingin bjargar.