Harrin krevur sannan kærleika heldur enn offur

(5,15)  Eg skal fara aftur á stað mín, til teir kenna seg sekar og søkja andlit mítt; í neyðini munnu teir leita til mín. v1  »Komið, vit skulu snúgva aftur til Harrans; tí at hann hevur sundurkvett og man grøða okkum aftur, hann hevur sært og bindur um sár okkara; v2  eftir tveimum døgum lívgar hann okkum, á triðja degi hann reisir okkum upp, til tess at vit skulu liva fyri ásjón hans. v3  Og vit skulu kenna, ja, strevast eftir Harran at kenna, tí at so satt sum vit leita, skulu vit hann finna; sum regnið skal hann okkum vitja, sum várregn, ið jørðina vætir, og tá skal rættur okkara sum ljósið renna upp.« v4  Hvat skal eg gera við teg, Efraim; hvat skal eg gera við teg, Júda? Kærleiki tykkara er jú sum morgunskýggið, sum døggin, ið snimma hvørvur! v5  Tí høgdi eg til teirra við profetum mínum og drap teir við orðum av mínum munni. v6  Til kærleika er mín hugur, ikki til sláturofra, til kunnleika um Guð meira enn til brenniofra.

Dómsorð yvir prestarnar

v7  Men teir hava í Ádam slitið sáttmálan; har hava teir verið mær ótrúgvir. v8  Gilead er borg illgerðarmanna, full av blóði. v9  Ránsmannaflokkur er prestanna flokkur, teir ræna á vegnum til Sikem, og níðingsverk teir inna. v10  Í Betel sá eg ræðuligar lutir; har hevur Efraim drivið hor, Ísrael gjørt seg óreinan. v11  Júda, eisini tær er upptøka ætlað, tá ið eg vendi fólks míns lagnu og grøði Ísrael.