v1 Komnar í ljósmála eru misgerðir Efraims og illverk Sámáriu; tí at svikum tey havast at; tjóvar bróta inn, og á gøtunum ræna ránsmannalið. v2 Men tey minnast ikki til, at øll teirra vándska er mær í huga; nú eru kring tey gerðir teirra, tær eru komnar fyri ásjón mína.
v3 Við vándsku síni tey kongin gleða, høvdingarnar við lygnum sínum. v4 Hjúnalagsslítarar eru tey øll; eru ovni lík, ið bakarin lættir av at hita, frá tí at deiggið er knoðað, til tað er gingið. v5 Á hátíðardegi kongs verða høvdingarnir sjúkir, teir drekka seg heitar av víni; við spottarar gongur hann í hóslag. v6 Innan teir eru eins og ovnur; hjartað brennur í teimum; alla náttina vreiði teirra svevur, men á morgni hon kyknar og logar upp sum eldur. v7 Allir eru teir gløðandi eins og ovnur; teir beina fyri yvirmonnum sínum; falnir eru kongar teirra allir, eingin teirra kallaði á meg.
v8 Efraim blandaði seg við tjóðirnar; ein køka er nú Efraim vorðin, ið ikki hevur verið vend. v9 Fremmandir hava nú megi hans oytt, og hann vardi tað ikki, eisini hár hans er farið at grána, men hann veit ikki av tí. v10 Móti Ísrael vitnar hans hugmóð; tí til Harrans, Guðs síns, ikki teir snúðust, og ikki teir leitaðu til hansara, hóast alt hetta. v11 Men Efraim er vorðin eins og góðvarin, óskynsom dúgva; tey heittu á Egyptaland og fóru til Assurs. v12 Men um tey stevna hagar, kasti eg net mítt yvir tey, fangi tey eins og fuglin úr lofti og revsi tey, eins og kunngjørt er savnaði teirra.
v13 Vei teimum, at tey viku frá mær! Oyðing yvir tey, at tey hava slitið trúnað við meg! Skuldi eg tá loyst tey út, tey sum tala lygnir móti mær! v14 Tey rópa ikki til mín av hjarta, tá ið tey vena seg á legum sínum og skeina seg vegna korn og vínberjaløg í ólýdni móti mær. v15 Eg gav ørmum teirra styrki, men móti mær hava tey kortini ilt í ráði. v16 Tey snúgva sær, men ikki móti tí, sum er í erva; sum svikafullur bogi tey eru; fyri svørði skulu høvdingar teirra falla vegna frekleika tungu sínar; hetta skal elva teimum háð í Egyptalandi.