v1 Gleð teg ikki, Ísrael, fegnast ikki sum tjóðirnar; tí at horlevnað títt tøldi teg burtur frá Guði, á hvørjum treskivølli elskar tú skøkjuløn. v2 Men treskivøllur og vínfarg skulu ikki kennast við tey; vínberjaløgurin skal svitast teimum. v3 Og tey skulu ikki verða búgvandi í Harrans landi; til Egyptalands má Efraim aftur; tey skulu eta Assurs óreina mat. v4 Ikki skulu tey úthella Harranum vín, ikki tilreiða sláturoffur; eins og sorgarbreyð skal matur teirra verða; hvør, ið etur av honum, verður óreinur; breyð teirra kann stilla svongdina, men er ónýtt í húsi Harrans. v5 Hvat vilja tit gera á veitsludegnum, á hátíðardegi Harrans? v6 Sleppa tey undan oyðing, skal Egyptaland tey savna saman, og Memfis veita teimum leggstað; teirra silvurgripir skulu tistlunum ognast, og tornir skulu vaksa í tjøldum teirra.
v7 Koma skal revsingar dagur, endurgjaldsins dagur, tað skal Ísrael fáa at kenna. Profeturin er ein fívil, og andans maður í óðum verkum gongur av tí at misgerð tín er mikil og fíggindskapur tín er sterkur. v8 Í Guðs síns húsi liggur Efraim á loynum eftir profetinum; á øllum vegum hans eru snerrur; veiðigrøvina gera teir djúpa sum Gibeu í forðum. v9 Men hann skal minnast misgerðir teirra og revsa teirra syndir.
v10 Sum vínber í oyðimørkini fann eg Ísrael, sum óstaðin aldin á fikutræi sá eg fedrar tykkara; tá komu teir til Báal-Peor, vígdu seg skrímslinum og gjørdust andstyggiligir eins og alskarar teirra. v11 Sum farandi fuglur er kraft teirra horvin, so at tey hvørki kunnu føða, barnast ella gita; v12 og um tey ala upp børn, skulu tey kortini barnleys doyggja! Ja, vei teimum, tá ið eg frá teimum víki. v13 Efraim sá eg veiða sínar egnu døtur, sjálvur leiða synir sínar út at verða dripnir. v14 Gev teimum, Harri ja, hvat skalt tú geva? Gev teimum óburin móðurlív og mjólkarleys bróst. v15 Í Gilgal kom øll teirra vándska í ljósmála, ja, har fekk eg hatur til teirra; vegna teirra vándu verk reki eg teir út úr húsi mínum; ikki vil eg unna teir meira; mótræsnir eru allir teirra høvdingar. v16 Sligin er Efraim, rót hansara fúnað; ávøkst hava tey ongan, og um tey ala børn, man eg drepa teirra dýrmæta avkom. v17 Guð teirra skal teimum havna, av tí at tey ikki lýddu honum; støðuleys skulu tey fjakka tjóðanna millum.