v1 Jákup, tænari Guðs og Harrans Jesu Krists, heilsar teimum tólv ættunum, sum eru spjaddar um í fremmandum londum.
v2 Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, v3 við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð. v4 Men tolmóðin eigur at fáa fullbúgvið verk, til tess at tit mega vera fullkomnir og albúnir, og tað ikki vantar á hjá tykkum í nøkrum. v5 Men um einumhvørjum av tykkum fattast vísdóm, tá biði hann Guð, sum gevur øllum gjarna og uttan átalur, og honum skal verða givið. v6 Men hann biði í trúgv og ikki ivandi; tí at tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum. v7 Tí at ikki má tann maður hugsa, at hann skal fáa nakað hjá Harranum, v8 slíkur tvílyntur maður hann er, vinglutur á øllum vegum sínum.
v9 Men hin lágt setti bróðirin rósi sær av hálæti sínum, v10 men hin ríki av lágleika sínum; tí at hann skal hvørva burtur eins og blóma á grasi; v11 tí at sólin kemur upp við brennandi hita og svíður grasið av og blóman á tí dettur av og vakurleikin í útsjónd hennara forferst. Soleiðis skal eisini hin ríki følna á vegum sínum.
v12 Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting; tí at tá ið hann er royndur, skal hann fáa lívsins krúnu, sum Harrin hevur lovað teimum, sum elska hann. v13 Eingin má siga, tá ið hann verður freistaður: »Eg verði freistaður av Guði;« tí at Guð er ikki freistaður av illum, og sjálvur freistar hann ongan. v14 Men ein og hvør verður freistaður, tá ið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd. v15 Síðan, tá ið girndin hevur gitið, ber hon synd; men tá ið syndin er fullbúgvin, føðir hon deyða. v16 Villist ikki, elskaðu brøður mínir! v17 Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi. v18 Eftir sínum egna vilja føddi hann okkum við sannleiks orði, fyri at vit skuldu vera ein frumgróður av skapningum hansara.
v19 Tað vita tit, elskaðu brøður mínir! Men hvør menniskja veri snar til at hoyra, sein til at tala, sein til vreiði; v20 tí at vreiði mans virkar ikki rættlæti fyri Guði. v21 Leggið tí av allan óreinskap og allar leivdir av illskapi, og takið við spaklyndi móti orðinum, sum er gróðursett í tykkum og sum er ført fyri at frelsa sálir tykkara! v22 Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar. v23 Tí at um einhvør hoyrir orðið og ikki ger eftir tí, tá er hann líkur manni, sum skoðar sín náttúrliga andlitsskap í spegli; v24 tí at hann skoðar seg sjálvan og fer avstað og gloymir við tað sama, hvussu hann sá út. v25 Men tann, ið lítur inn í hina fullkomnu lóg frælsisins og heldur á við tí, so at hann ikki verður ein gloymskur áhoyrandi, men ein, sum ger gerningin, hann skal verða sælur í verki sínum.
v26 Um einhvør heldur seg dýrka Guð, og ikki hevur teymahald á tungu síni, men villleiðir sítt egna hjarta, tá er gudsdýrkan hansara ónýtt. v27 Ein rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Guði og faðirinum er hetta: at vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at varða seg sjálvan óspiltan av heiminum.