Dómsorð yvir teir ríku

v1  Og nú, tit ríku, grátið og gremjið tykkum um tær vanlukkur, sum skulu koma yvir tykkum. v2  Ríkidømi tykkara er vorðið fúgvið, og klæði tykkara eru møletin. v3  Gull og silvur tykkara er rustað upp, og rusturin á tí skal verða til vitnisburðar móti tykkum og eta hold tykkara eins og eldur. Tit hava savnað dýrgripir á teimum seinastu døgunum. v4  Sí, tann lønin, sum tit eru lagstir á hjá teimum arbeiðismonnum, ið hava skorið akrar tykkara, hon rópar, og rópini frá akurskurðarfólkunum eru komin inn fyri oyru Harrans herskaranna. v5  Tit hava livað í góðgæti á jørðini og eftir lystum tykkara; tit hava gjørt hjørtum tykkara til góða sum á sláturdegi. v6  Tit hava dómfelt og dripið hin rættvísa; hann stendur tykkum ikki ímót.

Áminning um tolmóð

v7  Verið tí tolnir, brøður, til Harrin kemur! Sí, bóndin bíðar eftir hinum dýrabara ávøkstinum av jørðini og væntar í tolni eftir honum, til hann fær heystregn og várregn. v8  Verið eisini tit tolnir, styrkið hjørtu tykkara, tí at koma Harrans er í nánd. v9  Stynjið ikki hvør ímót øðrum, brøður, so at tit ikki skulu verða dømdir! Sí, dómarin stendur fyri durunum. v10  Brøður, takið profetarnar, sum talaðu í Harrans navni, til fyridømi í at líða ilt og at vera tolin.

Áminning um ikki at svørja

v11  Sí, vit prísa teir sælar, sum tolgóðir hava verið; tit hava hoyrt um tolmóð Jobs og vita um ta endalykt, sum Harrin gjørdi; tí at Harrin er sára miskunnsamur og mildur. v12  Men fram um alt, brøður mínir, svørjið ikki, hvørki við himmalin ella við jørðina, ei heldur nakran annan eið. Men ja tykkara veri ja, og nei tykkara veri nei, fyri at tit ikki skulu falla inn undir dóm!

Studling til forbøn fyri sjúkum

v13  Hevur nakar av tykkum tað ringt, tá biði hann; veit nøkrum væl við, tá syngi hann lovsang! v14  Er nakar sjúkur tykkara millum, tá kalli hann til sín hinar elstu kirkjuliðsins, og teir skulu halda bøn yvir honum og salva hann við olju í Harrans navni; v15  og trúarbønin skal gera hin sjúka frískan, og Harrin skal reisa hann aftur á føtur, og hevur hann gjørt syndir, skulu tær verða honum fyrigivnar. v16  Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit mega verða grøddir. Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment. v17  Elia var maður undir somu korum sum vit; og hann bað ta bøn, at tað ikki skuldi regna, og tað regnaði ikki á jørðini í trý ár og seks mánaðir; v18  og hann bað aftur, og himmalin gav regn, og jørðin bar grøði sína.

Burturvilstir brøður

v19  Brøður mínir, um einhvør tykkara millum villist frá sannleikanum, og einhvør vendir honum aftur, v20  tá skal hann vita, at tann, sum vendir einum syndara frá hansara villa vegi, hann bjargar eini sál frá deyða og fjalir fjøld av syndum.