Fólkið fær boð um at halda sáttmálan

v1  Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum. v2  Hoyr orðini í hesum sáttmála og tala tey til Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems v3  og sig við teir: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Bølbiðin veri tann maður, ið ikki heldur tað, sum stendur í hesum sáttmála, v4  sum eg beyð fedrum tykkara at halda ta ferðina, tá ið eg leiddi teir út úr Egyptalandi, úr jarnovninum og segði: Lýðið rødd míni og gerið alt tað, sum eg bjóði tykkum, tá skulu tit vera fólk mítt, og eg skal vera Guð tykkara v5  og halda tann eið, sum eg svór fedrum tykkara um at geva tykkum landið, sum flýtur í mjólk og hunangi, landið, sum tit nú eiga. – Eg svaraði og segði: Veri tað so, Harri! v6  Tá segði Harrin við meg: Boða øll hesi orð í Júda borgum og á Jerúsalems gøtum og sig: Hoyrið orðini í hesum sáttmála og haldið tey! v7  Tí at frá tí degi, eg leiddi fedrar tykkara út úr Egyptalandi og alt fram at hesum degi, havi eg bæði árla og síðla lagt teimum ríkan við at lýða rødd míni. v8  Men teir vildu ikki lýða og góvu tí ongar gætur, men fóru hvør eftir treiski vánda hjarta síns; tessvegna læt eg koma oman yvir teir øll orðini í hesum sáttmála, sum eg hevði boðið teimum at halda, men sum teir ikki hildu.

Hjágudadýrkarar verða hóttir

v9  Og Harrin segði við meg: Samansvørjing millum Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems er komin í ljósmála; v10  teir eru vendir aftur til misgerðir forfedra sína, teir, sum ikki vildu lýða orðum mínum, men eltu aðrar gudar og dýrkaðu teir. Ísraels hús og Júda hús hava slitið sáttmálan, sum eg gjørdi við fedrar teirra. v11  Tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eg lati koma yvir teir ógævu, sum teir ikki skulu komast undan; og tá ið teir tá rópa til mín, vil eg ikki hoyra teir. v12  Tá munnu teir í Júda borgum og í Jerúsalem fara at kalla á gudar sínar, sum teir kyndu offureld fyri; men teir kunnu onga hjálp veita teimum á ógævustund teirra. v13  Tí at gudar tínir, Júda, eru eins mangir og borgir tínar; og fyri skemdini hava tit reist eins mong altar og gøturnar í Jerúsalem, altar til at ofra Báali roykilsi á. v14  Men tú, tú skalt ikki vera málsmaður hjá hesum fólkinum og hvørki harma teir ella biðja fyri teimum; tí eg vil als ikki hoyra teir, tá ið teir rópa til mín á ógævustund síni!

Ofrini beina fyri fólkinum

v15  Hvat vil ástkæra mín í húsi mínum, hon, ið fremur ilskuráð? Munnu mørir og heilagt kjøt kunna taka vándsku tína burtur? Kann tílíkt hjálpa tær? v16  »Grønt oljutræ, prýtt við dýrum aldini«, soleiðis nevndi Harrin teg at navni; við brakan og bralan sveið eldurin leyvsbløð tess og brendi greinarnar upp. v17  Harri herliðanna, sum gróðursetti tykkum, hóttir tykkum við ógævu aftur fyri tað illa, sum Ísraels hús og Júda hús hava gjørt til tess at reita meg við at kynda offureld fyri Báali.

Bøn profetsins um hevnd yvir bygdarmenn sínar vegna samansvørjingar móti honum

v18  Harrin gjørdi mær tað kunnugt, so at eg fekk tað at vita; tá læt hann meg eisini síggja gerðir teirra. v19  Og eg var eins og heimalamb, ið leitt verður til slátranar; meg vardi ikki, at teir løgdu saman ráð ímóti mær: Latum okkum týna træið í blóma tess, slíta hann upp úr landi teirra livandi, so at navn hans ikki verður minst meira! v20  Harri herliðanna, rættvísi dómari, sum rannsakar nýru og hjarta, lat meg síggja hevnd tína á teimum, tí at fram fyri teg havi eg lagt málevni mítt!

Svar Harrans

v21  Tí sigur Harrin soleiðis um menninar í Ánatot, sum royna eftir lívi mínum og siga: Profetera ikki í navni Harrans, tí at tá skalt tú doyggja fyri hondum várum! v22  Ja, tí at so sigur Harri herliðanna: Sí, eg man heimsøkja teir; unglingar teirra skulu falla fyri svørði, og synir og døtur teirra doyggja í hungri. v23  Og einki skal verða eftir hjá teimum; tí at eg lati ógævu koma yvir menninar í Ánatot á revsingarári teirra!