v1 Rætt hevur tú, Harri, tá ið eg trætist við teg; men tó má eg tala við teg um rættin: Hví fylgir eydnan teimum gudleysu, og hví liva allir svikarar ekkaleysir? v2 Tú gróðursetir teir, og teir festa røtur, teir næla og bera ávøkst. Teir hava teg á vørrum, men ikki í hjarta sínum. v3 Men tú, Harri, kennir meg, tú sært meg og hevur rannsakað, hvussu hugur mín stendur til tín! Skil teir frá sum seyð til slátranar; halga teir drápsdegnum. v4 Hvussu leingi skal landið syrgja og urtirnar følna um allan vøll? Vegna illskap teirra, sum í landinum búgva, farast bæði fenaður og fuglar, av tí at teir siga: Hann sær ikki forløg okkara.
v5 Tá ið menn til gongu renna teg móðan, hvussu kanst tú tá renna um kapp við hestar? Og tá ið tú ikki ert ekkaleysur í friðarligum landi, hvat kanst tú tá gera í runnaskógi Jórdans? v6 Sjálvt brøður tínir og húsfólk faðirs tíns, eisini teir eru trúleysir ímóti tær og rópa aftan á teg, tað teir orka; trúgv teimum ikki, tó at teir tala blídliga til tín.
v7 Givið havi eg hús mítt yvir, havnað arvaluti mínum og givið hana, sum sál míni var kærast, upp í hendur fígginda hennara. v8 Arvalutur mín varð mær eins og ljón á skógi og ýldi ímóti mær; tessvegna má eg hata hann. v9 Er arvalutur mín vorðin mær marglittur ránsfuglur, umringaður av ránsfuglum? Komið, savnið saman øll djór á markini og latið tey koma at eta! v10 Mangir hirðar hava oytt víngarð mín, hava traðkað niður arvalut mín, at oydnari heiði hava teir gjørt mín dýrmæta arvalut. v11 Hann liggur allur í oyði, syrgjandi oyðin fyri ásjón míni; alt landið liggur í oyði, tí at eingin er, sum leggur nakað í tað. v12 Ránsmenn tokaðu fram yvir allar skógarleysar heyggjar í oyðimørkini, tí at Harrin hevur svørð, sum oyðir landið endilangt; einki hold fær náðir. v13 Teir sáaðu hveiti, men heystaðu tornir; av strevi sínum fingu teir einki gagn, og av úrtøku síni einans skomm vegna brennandi vreiði Harrans.
v14 So sigur Harrin um mínar vándu grannar, ið gera seg inn á tann arvalut, sum eg gav fólki mínum, Ísrael: Sí, eg slíti teir upp úr landi teirra, og Júda hús slíti eg upp úr miðjum teimum. v15 Men eftir at eg havi slitið teir upp, várkunni eg teimum aftur og flyti hvønn teirra heim aftur á arvalut sín og inn í land sítt. v16 Og um teir tá læra seg siðir fólks míns og svørja við navn mítt: »So satt sum Harrin livir!« eins og teir kendu fólki mínum at svørja við Báal, tá skulu teir verða uppbygdir í miðjum fólki mínum. v17 Men lýða teir ikki, tá slíti eg tílíka tjóð upp við rót og beini fyri henni, sigur Harrin.