v1 So segði Harrin við meg: Far og keyp tær línbelti og bind tað um lendar tínar; men lat tað ikki koma í vatn! v2 Eftir orði Harrans keypti eg mær tá belti og bant tað um lendar mínar. v3 Tá kom orð Harrans aftur til mín soljóðandi: v4 Tak beltið, sum tú keypti tær, og sum tú hevur um lendar tínar, halt avstað við tí eystur til Frat og fjal tað har í bergskor. v5 Og eg fór og fjaldi tað har við Frat, eins og Harrin hevði boðið mær. v6 Men tá ið long tíð var umliðin, segði Harrin við meg: Halt avstað til Frat eftir beltinum, sum eg beyð tær at fjala har! v7 Eg fór tá eystur at Frat og gróv beltið upp, har sum eg hevði fjalt tað, men sí, tá var beltið spilt, og var als eingin dugur í tí. v8 Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v9 So sigur Harrin: Á henda hátt beini eg fyri hinum mikla stórlæti Júda og Jerúsalems! v10 Hetta vánda fólkið, ið ikki vil lýða orðum mínum, men fylgir sínum treiska hjarta og eltir aðrar gudar til tess at dýrka og tilbiðja teir, tað skal verða eins og hetta beltið, sum als eingin dugur er í. v11 Tí at eins og maðurin gyrðir beltið tætt at lendum sínum, soleiðis havi eg tikið alt Ísraels hús og alt Júda hús tætt at mær, sigur Harrin, til tess at teir skulu verða fólk mítt mær til navnframa, til lovs og heiðurs; men teir vóru ólýdnir!
v12 Og tú skalt siga við hetta fólkið: So sigur Harrin, Ísraels Guð: Hvør ein vínkaggi verður fyltur við víni. Og um teir tá siga við teg: Vita vit ikki, at hvør ein vínkaggi verður fyltur við víni? v13 tá skalt tú siga við teir: So sigur Harrin: Sí, eg vil fylla allar, sum búgva í hesum landinum, bæði kongarnar, sum sita á hásæti Dávids, og prestarnar og profetarnar og allar, sum búgva í Jerúsalem, so at teir verða fullir, v14 og eg smildri teir hvønn móti øðrum, bæði fedrar og synir, sigur Harrin, uttan at eira og uttan eymkan og várkunn vil eg beina fyri teimum!
v15 Latið drambsemi fara og lýðið á og gevið gætur, tí at Harrin talar! v16 Gevið Harranum, Guði tykkara, heiðurin, áður enn myrkrið kemur, áður enn føtur tykkara snáva á myrknandi fjøllum; tá munnu tit bíða eftir ljósi, men hann skal broyta tað í deyðamyrkur og gera tað til bølaniðu! v17 Men lýða tit ikki, tá grætur sál mín í loyndum vegna hugmóðið og fellir beisk tár, og eygu míni flóta í gráti, tí at fylgi Harrans verður herleitt.
v18 Sig við kong og kongsmóður: Sessist lægri, tí at fallin er av høvdi tykkara hin dýrmæta krúnan. v19 Lokaðar eru suðurlandsins borgir, eingin letur upp; í útlegd er allur Júda, herleiddur allur sum hann er. v20 Hav upp eygum tínum og síggj: Teir koma úr norðuri! Hvar er nú fylgið, sum tær varð fingið, tínir dýrmætu seyðir? v21 Men hvat fert tú at siga, tá ið teir fara at valda tær, sum tú hevði vant til at koma til tín sum vinir? Munnu tá ikki verkir koma á teg eins og á konu í barnferð? v22 Og sigur tú í hjarta tínum: Hví hevur hetta borið mær á? Fyri tína miklu misgerð er klædnafaldur tín flettur upp um teg og hælir tínir nektaðir við valdi. v23 Kann Blámaðurin broyta skinslit og pantarin flekkir sínar? Tá høvdu eisini tit, sum eru so kønir í tí illa, kunnað gjørt tað góða. v24 Tí spjaði eg teir um eins og hálmstrá, ið fúka fyri vindi um oyðimørkina. v25 Hetta er lutur tín og tín tilmáldi skamtur frá mær, sigur Harrin, aftur fyri at tú gloymdi meg og leit á lygn. v26 Ja, klædnafald tín skal eg fletta upp fyri andlit títt, so at blygd tín verður ber; v27 tín hordóm, tína neggjan, títt skammleysa skøkjulevnað á heyggjunum úti á víðavangi sá eg tínar andstyggiligu gudar! Vei tær, Jerúsalem, tú verður ikki rein! Hvussu leingi skal tað vara enn til tess?