v1 Orð Harrans, ið kom til Jeremia um turkin. v2 Júda syrgir, teir í borgarliðunum ørmaktast og drýpa høvur til jarðar av sorg, harmaróp stígur upp úr Jerúsalem. v3 Tignarmenn teirra senda sveinar sínar eftir vatni; teir koma at brunnunum, men finna einki vatn; við tómum ílátum koma teir aftur snópnir og skammfullir við huldum andliti. v4 Yvir akurlendið, sum nøtrar av angist, av tí at einki regn kemur í landinum, eru jarðyrkismenninir og hylja andlit síni. v5 Ja, sjálvt hindin í haganum fer frá sínum nýborna kálvi, av tí at eingin er gróðurin. v6 Á skógarleysu heyggjunum standa villasnarnir og tiva eins og sjákálar; eygu teirra daprast, tí at ongar urtir eru.
v7 Vitna syndir okkara móti okkum, tá tak tær um reiggj, Harri, vegna navn títt, tí at mangan eru vit fráfalnir og hava syndað ímóti tær! v8 Á, Ísraels vón og bjargari á neyðarstund, hví ert tú vorðin eins og fremmandur í landinum, eins og vallari, sum einans liggur nátt? v9 Hví ert tú eins og ráðaleysur maður, eins og hetja, sum ikki megnar at hjálpa? Og tó ert tú, Harri, mitt ímillum okkara, navn títt er nevnt yvir okkum; lat okkum nú ikki farast!
v10 So sigur Harrin við hetta fólkið: Væl teimum dámar at reika um, fótum sínum eira teir ikki, men Harranum toknast teir ikki; hann minnist misgerðir teirra og heimsøkir syndir teirra!
v11 Og Harrin segði við meg: Tú skalt ikki biðja um gævu fyri hesum fólki. v12 Tá ið teir fasta, vil eg ikki hoyra kvartan teirra, og tá ið teir bera fram brennioffur og grónoffur, man mær ongan tokka tykja í teimum, heldur vil eg við svørði og hungri og drepsótt beina fyri teimum med alla! v13 Tá segði eg: Á, Harri drottin, sí, profetarnir siga jú við teir: Tit skulu ikki síggja svørð, og hungur skal ikki koma á tykkum; men støðugan frið gevi eg tykkum á hesum staði! v14 Harrin svaraði mær: Profetarnir profetera lygnir í navni mínum; eg havi ikki sent teir og ikki boðið teimum ella talað við teir; lygisjónir og fánýtar spásagnir og svikaráð hjartna sína er tað, sum teir profetera fyri tykkum. v15 Tí sigur Harrin soleiðis um hesar profetarnar, sum profetera í navni mínum, tó at eg havi ikki sent teir, og sum siga, at hvørki svørð ella hungur skal koma yvir hetta landið: Fyri svørði og hungri skulu hesir profetar falla. v16 Tað fólkið, sum teir profetera fyri, skal verða tveitt út á Jerúsalems gøtur deytt av hungri og fyri svørði, og eingin skal jarða teir, hvørki teir ella konur teirra ella synir og døtur teirra; eg helli út illskap teirra yvir teir sjálvar.
v17 Og tú skalt mæla hesum orði við teir: Eygu míni skulu flóta í tárum dag og nátt uttan íhald, tí at moyggin, fólks míns dóttir, er illa løstað av sárum, ið einki kann grøða. v18 Gangi eg út á víðavang, sí, tá liggja har svørðvignir menn, og fari eg inn í borgina, síggi eg hungursins kvalir; tí at bæði profetur og prestur fara burtur til land, sum teir ikki kenna.
v19 Hevur tú fullkomiliga havnað Júda, ella stendst sál tíni við Zion? Hví hevur tú sligið okkum, so at einki kann grøða okkum? Vit tráaðu eftir friði, men einki gott kemur, eftir heilsubótartíð, men sí, ræðslur koma! v20 Vit kenna, Harri, gudloysi okkara og misgerðir fedra vára, at vit hava syndað móti tær! v21 Sig okkum ikki burtur fyri navns tíns sakir; lat ikki dýrdarhásæti títt verða vanvirt; minst til sáttmálan við okkum og slít hann ikki! v22 Kunnu hinir fánýtu heidningagudarnir geva regn, ella sendir himinin av sær sjálvum avfall? Er tað ikki tú, Harri, vár Guð? Tí bíða vit eftir tær! Tú hevur jú skapað alt hetta.