v1 Tá segði Harrin við meg: Um so Móses og Sámuel stóðu fyri ásjón míni, skuldi hjarta mítt tó ikki vent sær at teimum, rek hetta fólkið burtur frá ásjón míni! v2 Og um teir tá siga við teg: Hvar skulu vit fara? tá svara teimum: So sigur Harrin: Til deyða tann, sum deyða er ætlaður, til svørðs tann, sum svørði er ætlaður, til hungurs tann, sum hungri er ætlaður, og til herleiðingar tann, sum herleiðing er ætlaður. v3 Fýra heimsøkingar lati eg koma yvir teir, sigur Harrin: Svørðið til at drepa, hundarnar til at draga burtur og himinsins fuglar og markarinnar djór til at eta upp og oyða. v4 Eg geri teir til ræðslu fyri øll ríki á jørð fyri sakir Manasse Hizkiasonar Júdakongs fyri alt tað, sum hann gjørdi í Jerúsalem.
v5 Hvørjum tykir synd í tær, Jerúsalem, hvør eymkar teg, og hvør fregnast eftir, hvussu tær veit við? v6 Tú segði meg burtur, sigur Harrin, vendi mær bakið; tí rætti eg út hond mína til tess at týna teg; eg eri troyttur av at várkunna. v7 Við tíningartrogi tíni eg teir í borgarliðum landsins; eg geri fólk mítt barnleyst og oyði tað, fyri at teir ikki vendu við. v8 Fleiri enn sandskornini við sævarflóð verða einkjur teirra; á alljósum degi sendi eg ránsmannin yvir móður unglingans; nøtran og angist lati eg brádliga koma á hana. v9 Sjeysonamóðirin ørmaktast, andar burtur lív sítt; sól hennara setir á alljósum degi; skammfull og nipin gerst hon; og tað, sum eftir er av teimum, gevi eg svørðinum, tá ið teir flýggja undan fíggindanum, sigur Harrin.
v10 Vei mær, móðir, at tú føddi meg, meg, sum allir menn í landinum trætast og stríðast ímóti. Eg lænti ongum, og eingin lænti mær, og tó biðja allir ilt oman yvir meg! v11 Av sanni havi eg, Harri, staðið frammi fyri tær og biðið gott fyri fíggindanum og strongt á teg, tá ið neyð og angist gekk á teir. v12 Verður jarn brotið, jarn úr norðuri og kopar? v13 Eyð og ognir tínar gevi eg burtur sum herfong, ikki fyri virði, men aftur fyri allar syndir tínar innan øll landamark tíni. v14 Eg lati teg træla hjá fíggindum tínum í landi, sum tú ikki kennir; tí at eldur er kveiktur í nøs míni; hann logar ímóti tykkum. v15 Tú veitst tað, Harri, hav meg í huga og hygg til mín, veit mær hevnd yvir teir, ið søkja at mær, og lat ikki langmóð títt vera atvoldin í falli mínum; vita skalt tú, at tín vegna verði eg spottaður v16 av teimum, ið einkisvirða orð tíni. Bein fyri teimum, so at orð tíni mega verða gleði og fagnaður fyri hjarta mítt, tí at navn títt er nevnt yvir mær, Harri, Guð herliðanna! v17 Ongantíð havi eg sitið og skemtað mær saman við hinum kátu; men gripin av hond tíni sat eg einsamallur, tí at tú hevði fylt meg við harmi. v18 Hví er kvøl mín ævig og sár mítt ógrøðandi og batnar ikki aftur? Tú ert vorðin mær eins og svikafullur løkur, eins og vatn, ið ikki er lítandi á!
v19 Tí sigur Harrin soleiðis: Vendir tú við, skal eg aftur lata teg standa fyri ásjón míni, og skilir tú hitt dygdargóða frá tí, sum einki virði hevur, tá skalt tú vera eins og muður mín; teir skulu venda við til tín, men tú skalt ikki venda við til teirra. v20 Og eg geri teg til óklívandi borgargarð av kopari ímóti hesum fólkinum; teir skulu stríðast ímóti tær, men ikki vinna á tær, tí at eg eri við tær til tess at hjálpa og bjarga tær, sigur Harrin. v21 Eg bjargi tær undan valdi illgerðarmanna og loysi teg úr ránsmanna hondum.