Profeturin skal ikki giftast, tí at tíðin er vánd

v1  Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2  Tú skalt ikki taka tær konu og ikki eiga synir og døtur á hesum staði. v3  Tí at so sigur Harrin um teir synir og tær døtur, ið verða fødd á hesum staði, og um møðurnar, ið børnini ala, og um fedrarnar, sum gita tey í hesum landi: v4  Ringan deyða skulu tey fáa. Hvørki skulu tey verða harmað ella jarðað; men sum taðfall skulu tey liggja oman á jørðini. Fyri svørði og hungri munnu tey farast, og lík teirra skulu verða føðsla hjá fuglum himinsins og jarðarinnar djórum.

Profeturin skal ikki hava samband við hitt deyðadømda fólk

v5  Tí at so sigur Harrin: Gakk ikki inn í sorgarhús og hav ikki lut í sorg teirra og harma tey ikki; tí at eg havi tikið mín frið frá hesum fólkinum, sigur Harrin, bæði náði og miskunn mína! v6  Bæði stór og smá skulu doyggja í hesum landi og ikki verða jarðað; eingin skal harma tey, og eingin skeina seg ella raka sær skalla teirra vegna. v7  Sorgarbreyð skal ikki verða brotið til ugganar yvir nakran deyðan, og ugganarbikarið skal ikki verða rætt teimum, ið faðir og móður hava mist. v8  Sessast ikki í veitsluskála til at eta og drekka saman við teimum. v9  Tí at so sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, eg vil lata gleðiljóð og fagnaðarróp, rødd brúðgóms og rødd brúðar hvørva av hesum staði fyri eygum tykkara og á døgum tykkara.

Fólkið skal í útlegd fyri hjágudadýrkan sína

v10  Men tá ið tú nú kunngert hesum fólki øll hesi orð, og tey siga við teg: Hví hevur Harrin hótt okkum við hesi miklu ógævu, og hvør er misgerð okkara, og hvør er tann synd, sum vit hava gjørt ímóti Harranum, Guði várum? v11  tá skalt tú svara teimum: Av tí at fedrar tykkara søgdu meg burtur, sigur Harrin, og eltu aðrar gudar og dýrkaðu og tilbóðu teir, men havnaðu mær og hildu ikki mína lóg; v12  og tit gera meira ilt enn fedrar tykkara; tí at hvør tykkara ger eftir treiski vánda hjarta síns og lurtar ikki eftir mær. v13  Tí vil eg varpa tykkum út úr hesum landinum, burtur í land, sum tit ikki hava kent, hvørki tit ella fedrar tykkara; og har skulu tit tæna øðrum gudum bæði dag og nátt; tí at eg vil ikki meira vera tykkum náðigur.

Spádómur um enda útlegdarinnar

v14  Sí, tí skulu dagar koma, sigur Harrin, at tað ikki meira skal verða sagt: So satt sum Harrin livir, ið leiddi Ísraelsmenn út úr Egyptalandi! – v15  men: So satt sum Harrin livir, ið leiddi Ísraelsmenn út úr norðurlandinum og úr øllum teimum londum, hagar sum hann hevði rikið teir. Og eg man flyta teir heim aftur í land teirra, sum eg gav fedrum teirra.

Fólkið skal í útlegd fyri hjágudadýrkan sína

v16  Sí, eg sendi út fjøld av fiskimonnum, sigur Harrin, og teir skulu fiska teir. Síðan sendi eg út mangar veiðimenn, ið skulu jagstra teir av hvørjum fjalli og hvørjum heyggi og út úr hvørji bergskor. v17  Tí at eygu míni síggja alla atferð teirra. Hon liggur ber fyri ásjón míni, og misgerð teirra er ikki fjald fyri eygum mínum. v18  Men fyrst vil eg endurgjalda teimum tvífalt misgerð og synd teirra, at teir hava vanhalgað land mítt við ræum av sínum andskræmiligu gudum og fylt arvalut mín við andstygdum sínum.

Spádómur um at heidningarnir skulu venda við

v19  Harri, máttur mín og skjól mítt, vernd mín á neyðardegi, til tín skulu tjóðirnar koma frá ytstu útryðjum jarðar og siga: Lygnir eina hava fedrar okkara arvað, fánýtar gudar, eingin teirra er mentur at hjálpa! v20  Kann maðurin gera sær gudar? Teir eru ikki gudar! v21  Sí, tí vil eg nú lata teir kenna – ja, hesa ferðina vil eg lata teir kenna hond mína og styrki, so at teir viðurkenna, at navn mítt er Harrin!