v1 So segði Harrin: Far og keyp tær krukku frá leirkerasmiðinum og tak við tær nakrar av fólksins og prestanna elstu v2 og far út í dal Hinnomssonar, sum er fyri uttan Leirbrotaliðið, og kunnger har tey orð, sum eg vil tala til tín, v3 og sig: Hoyrið orð Harrans, tit Júdakongar og íbúgvar Jerúsalems: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, eg man leiða ógævu yvir henda staðin, so at tað ymur fyri oyrum á øllum teimum, ið hoyra tað, v4 av tí at teir hava sagt meg burtur og vanmett henda staðin og har kynt offureld fyri øðrum gudum, sum hvørki teir ella fedrar teirra fyrr kendu, og Júdakongar hava fylt henda staðin við blóði sakleysra manna v5 og reist Báalsheyggjarnar til tess at brenna í eldi børn síni sum brennioffur til Báal, tílíkt sum eg hvørki havi boðið ella talað um, og sum ongantíð hevur verið mær í huga! v6 Sí, tessvegna skulu dagar koma, sigur Harrin, at hesin staður ikki meira skal eita Tófet ella dalur Hinnomssonar, men Drápsdalurin! v7 Eg lati ráðagerðir Júda og Jerúsalem verða til einkis á hesum staði og lati teir falla fyri svørði á flótta undan fíggindum teirra og fyri hond teirra manna, ið royna eftir lívi teirra; og lík teirra gevi eg himinsins fuglum og jarðarinnar djórum til føðslu! v8 Og hesa borgina geri eg til ræðslu og háð; allir, ið koma fram við henni, skulu øtast og læa háðandi yvir øll tey sár, sum hon hevur fingið. v9 Teir skulu noyðast at eta holdið av sínum egnu sonum og døtrum og holdið hvør av øðrum, undir teimum neyðum og trongdum, ið fíggindar teirra og teir, ið sita um lív teirra, skulu lata á teir ganga! v10 Síðan skalt tú bróta krukkuna sundur fyri eygum teirra manna, sum tú hevur við tær, v11 og siga við teir: So sigur Harri herliðanna: Eg skal bróta sundur hetta fólkið og hesa borgina, á sama hátt sum leirker verður brotið sundur, so at tað ikki gerst aftur; og fólk skal verða jarðað í Tófet, av tí at eingin annar grevstrarstaður er eftir til at jarða í. v12 Soleiðis skal eg gera við henda staðin og íbúgvar hans, sigur Harrin, til tess at gera hesa borgina Tófet líka; v13 húsini í Jerúsalem og hjá Júdakongum skulu verða órein eins og Tófet, øll húsini, har teir uppi á takinum kyndu offureld fyri øllum herliði himinsins og heltu út droypioffur fyri øðrum gudum. v14 Men tá ið Jeremia kom aftur úr Tófet, hagar sum Harrin hevði sent hann til tess at profetera, tók hann støðu í forgarðinum hjá húsi Harrans og mælti við alt fólkið: v15 So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, eg leiði yvir hesa borg og yvir allar bygdir kring um hana alla ta ógævu, sum eg hótti hana við, av tí at teir gjørdust nakkafattir og ikki lýddu orðum mínum.