Formæli

v1  Orð av Jeremia Hilkiasyni, ein av prestunum í Ánatot í Benjamins landi; v2  til hansara kom orð Harrans á døgum Jósia Ámonssonar, Júdakongs, á trettanda ríkisári hans, v3  og framvegis á døgum Jójakims Jósiasonar, Júdakongs, alt til ársloks hins ellivta árs Zidkia Jósiasonar, Júdakongs, alt til íbúgvar Jerúsalems vórðu herleiddir í fimta mánaðinum.

Kallan Jeremia; mandlutræið og ketilin

v4  Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v5  Áður enn eg myndaði teg í móðurlívi, kendi eg teg, áður enn tú komst av móðurfangi, halgaði eg teg; til at vera profet tjóðanna havi eg sett teg. v6  Men eg svaraði: O, Harri, drottin! Sí, eg dugi ikki at røða, tí at eg eri so ungur. v7  Tá segði Harrin við meg: Sig ikki: Eg eri so ungur! Men far allar staðir, hvar eg so sendi teg, og tala alt tað, sum eg bjóði tær. v8  Óttast teir ikki, tí at eg eri við tær til tess at frelsa teg, sigur Harrin. v9  Og Harrin rætti út hond sína, nart við munn mín og segði við meg: Sí, nu leggi eg orð míni í munn tín. v10  Sí, eg seti teg í dag yvir tjóðirnar og kongaríkini til at slíta upp og bróta niður, til at oyða og týna, til at byggja upp og seta niður. v11  Síðan kom orð Harrans til mín soljóðandi: Hvat sært tú, Jeremia? Eg svaraði: Eg síggi mandluviðargrein. v12  Men Harrin segði við meg: Rætt hevur tú sæð; tí at eg vil vaka yvir orði mínum til tess at evna tað. v13  Og orð Harrans kom aftur til mín soljóðandi: Hvat sært tú? Eg svaraði: Eg síggi sjóðandi pott við eldstaðin móti norðuri. v14  Tá segði Harrin við meg: Úr norðuri skal ógævan koma sjóðandi út yvir allar íbúgvar landsins. v15  Tí sí, eg stevni higar øllum kongaríkjunum har norðuri, sigur Harrin; og teir skulu koma og reisa hvør sítt hásæti uttan fyri Jerúsalems borgarlið og móti borgargørðum hennara alt íkring og móti øllum borgum Júda; v16  og eg skal fella dómin yvir teir vegna alla vándsku teirra, at teir søgdu meg burtur og ofraðu fremmandum gudum roykilsi og tilbóðu handaverk síni. v17  Men gyrð nú lendar tínar, statt upp og tala til teirra alt tað, sum eg bjóði tær, og óttast teir ikki, at eg ikki skal gera teg ræddan fyri teimum! v18  Og eg, sí, eg vil í dag gera teg til víggirda borg, til jarnsúlu og koparmúr móti øllum landinum, móti kongum og høvdingum Júda, móti prestunum og øllum fólkinum í landinum. v19  Og tá ið teir berjast ímóti tær, skulu teir ikki vera tær yvirmentir; tí at eg eri við tær til tess at frelsa teg, sigur Harrin, drottin.