Jeremia og Pasjhur

v1  Men tá ið presturin Pasjhur Immersson, yvirumsjónarmaður við tempul Harrans, hoyrdi Jeremia profetera soleiðis, v2  tá sló hann hann og læt hann seta í stokkin í ovara Benjamins liði í húsi Harrans. v3  Dagin eftir, tá ið Pasjhur loysti Jeremia úr stokkinum, segði Jeremia við hann: Harrin kallar teg ikki »Pashjur« men: »Mágor-Missabib«. v4  Tí at so sigur Harrin: Sí, eg geri teg til ræðslu fyri sjálvum tær og fyri øllum vinum tínum; teir skulu falla fyri svørði fígginda sína, meðan tú sjálvur hyggur at; og allan Júda gevi eg Bábelkongi upp í hendur; hann skal herleiða teir til Bábel og drepa teir við svørði; v5  og allan eyð í hesi borgini og alt fæ og allar dýrgripir hennara og allar ognir Júdakonga gevi eg fíggindum teirra upp í hendur. Teir skulu ræna tað og taka tað við sær og flyta tað til Bábel! v6  Og tú, Pasjhur, og allir, sum búgva í húsi tínum, skulu verða herleiddir, og tú skalt koma til Bábel; har skalt tú doyggja, og har skalt tú verða jarðaður saman við øllum vinum tínum, sum tú spáaði lygn fyri!

Profeturin kvartar um kall sítt, sum hann tó ikki sleppur undan

v7  Harri, tú tøldi meg, og eg læt meg tøla, tú tókst meg við hørðum og varðst mær yvirmentur! Nú verði eg støðugt útháðaður og spottaður av hvørjum manni. v8  Tí hvørja ferð eg tali, má eg kvarta og rópa undan valdsgerð og yvirgangsverkum. Ja, allan dagin elvir orð Harrans mær háð og spott. v9  Um eg hugsaði: Eg vil gloyma hann og ikki meira tala í navni hans, tá var tað sum eldur í barmi mínum, sum brandur byrgdur inni í beinum mínum. Nú eri eg móður og útlúgvaður; eg orki ikki meira. v10  Tí at eg hoyri illmæli frá mongum, ræðslur frá øllum síðum: Klagið hann! og: Latum okkum stevna honum! Allir, sum eg var vinur við, royna eftir føri til at fella meg: Kanska hann letur seg tøla, so at vit verða honum yvirmentir og fáa yvir hann hevnd! v11  Men Harrin er við mær eins og veldishetja, tí skulu teir, ið søkja at mær, snáva í máttloysi; teir skulu fáa skemd av síni miseydnaðu ætlan og verða ævinliga til skammar! v12  Og tú, Harri herliðanna, sum roynir hin rættvísa og rannsakar nýru og hjarta, lat meg síggja hevnd tína á teimum, tí at fram fyri teg leggi eg málevni mítt!

Lovsongur

v13  Syngið fyri Harranum, hálovið Harranum, tí at hann bjargar lívi hins fátæka undan valdi illgerðarmanna!

Profeturin bølbiður føðingardag sín

v14  Bølbiðin veri dagurin, tá ið eg varð føddur; dagurin, tá móðir mín átti meg, veri ikki signaður! v15  Bølbiðin veri hin maðurin, ið flutti faðir mínum hesi gleðitíðindi: Sveinsbarn er føtt tær! og soleiðis gleddi hann í stórum. v16  Gangist tí manni eins og borgunum, ið Harrin kollvelti eirindaleyst; á morgni hoyri hann róp og á hádegi hergný, v17  fyri at hann ikki læt meg doyggja í móðurlívi, so at móðir mín var vorðin grøv mín, og kviður hennara ævinliga við barn! v18  Hví mundi eg koma av móðurlívi til tess at tola kvalir og stríð og slíta ævi mína í skomm!