Profeturin boðar fall Jerúsalems og mælir til uppgávu

v1  Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum ta ferðina, tá ið Zidkia kongur sendi Pasjhur Malkiason og prestin Zefanja Máasejason til hansara við hesi orðsending: v2  Gakk og leita ráð við Harran fyri okkum, tí at Nebukadnezar, Bábelkongur, herjar á okkum; kanska Harrin vil veita okkum dugnað á sama undurfulla hátt sum áður, so at Nebukadnezar fer frá okkum aftur! v3  Jeremia svaraði teimum: Soleiðis skulu tit siga við Zidkia: v4  So sigur Harrin, Ísraels Guð: Sí, vápnini í hondum tykkara, sum tit berjast við fyri uttan borgargarð ímóti Bábelkongi og Kaldeum, ið kringseta tykkum, teimum snúgvi eg ímóti tykkum sjálvum og lati Kaldear koma í fylking mitt inn í hesa borgina. v5  Og eg skal sjálvur berjast ímóti tykkum við útrættari hond og sterkum armi í vreiði og bræði og í miklari øði, v6  og eg slái íbúgvarnar í hesi borg, ja bæði fólk og fenað við herviligari drepsótt, so at alt týnir lívið. v7  Síðan, sigur Harrin, gevi eg Zidkia Júdakong og tænarar hans og tað, sum eftir er av fólki í hesi borg eftir drepsóttina, svørðið og hungurin, upp í hendur Nebukadnezars Bábelkongs og upp í hendur fígginda teirra og upp í hendur teirra manna, ið sita um lív teirra; og hann skal drepa teir við svørði eirindaleyst og uttan eymkan og uttan várkunn! v8  Og tú skalt siga við hetta fólkið: So sigur Harrin: Sí, eg leggi fram fyri tykkum deyðans veg og lívsins veg. v9  Teir, sum verða verandi eftir í hesi borgini, skulu doyggja fyri svørði, hungri og drepsótt; men teir, sum rýma av stað og binda felag við Kaldear, ið kringseta tykkum, skulu liva og vinna lív sítt eins og herfong. v10  Tí at eg snúgvi andliti mínum móti hesi borg til ógævu og ikki til gævu, sigur Harrin, hon skal verða givin í vald Bábelkongs, og hann skal brenna hana upp.

Kongshúsið verður varað við

v11  Og sig við hús Júdakongs: Hoyrið orð Harrans, v12  Dávids hús! So sigur Harrin: Haldið á morgni rættvísan dóm og hjálpið hinum rænda úr valdsmansins hondum, til tess at ikki vreiði mín geisar upp eins og eldur og brennur ósloknandi vegna illverk tykkara!

Hóttan móti borg á einumhvørjum slætta

v13  Nú skal eg ráðast á teg, tú sum í dalinum býrt, kletturin á slættanum, sigur Harrin, tykkum, ið siga: Hvør kann herja á okkum? Hvør kann bróta inn í bústaðir okkara? v14  Nú skal eg løna tykkum eftir ávøkstri verka tykkara, sigur Harrin; eg seti eld á skóg tykkara; alt har um leið skal hann brenna!