Hóttan móti oddamonnunum og fyriheiti um, at hinir herleiddu skulu koma heim aftur

v1  Vei hirðunum, ið oyða og spjaða teir seyðir, sum eg røkti, sigur Harrin. v2  Tí sigur Harrin, Ísraels Guð, soleiðis um hirðarnar, ið gæta fólki mínum: Tit hava spjatt og stygt burtur seyðir mínar og ikki hugt eftir teimum, sí, tí vil eg nú hyggja eftir tykkum fyri sakir illverka tykkara, sigur Harrin. v3  Men eg vil sjálvur savna tað, sum eftir er av seyðum mínum úr øllum teim londum, hagar sum eg havi rikið teir burtur, og leiða teir heim aftur á bústaðir teirra, og teir skulu nørast og fjølgast. v4  Tá seti eg yvir teir hirðar, ið skulu goyma at teimum; og teir skulu ikki meira ræðast og ikki bera ótta, og eingin teirra skal saknast, sigur Harrin.

Spádómur um Messias

v5  Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið eg vaki upp Dávidi rættvísan gróðursprota; hann skal ráða sum kongur við skynsemi og fremja rætt og rættlæti í landinum. v6  Á hansara døgum skal Júda verða bjargaður og Ísrael búgva í náðum; og soleiðis skal hann nevnast at navni: Harrin er rættlæti okkara.

Spádómur um heimkomu hinna herleiddu

v7  Sí, tí munnu dagar koma, sigur Harrin, at menn ikki meira siga: So satt sum Harrin livir, ið leiddi Ísraelsmenn niðan úr Egyptalandi! v8  men: So satt sum Harrin livir, ið førdi og leiddi avkom Ísraelsættar úr norðurlandinum og úr øllum teimum londum, hagar sum hann hevði rikið teir burtur, so at teir aftur kundu búgva í landi sínum!

Hóttan móti svikaprofetunum

v9  Viðvíkjandi profetunum: Hjartað í brósti mínum er sundurgingið, øll bein míni skelva; eg eri vorðin eins og drukkin maður, eins og maður nívdur av víni vegna Harran og vegna hans heilagu orð. v10  Tí at landið er fult av horkøllum; og vegna bannið syrgir landið, og grasið følnar í oyðimørkini. Teir eru snarir til vándsku og sterkir í órætti. v11  Tí at bæði profetur og prestur eru vanhalgir, ja, eisini í húsi mínum havi eg rakt við vándsku teirra, sigur Harrin. v12  Tí skulu vegir teirra vera hálir; í myrkrið skulu teir rindast út og falla har; tí at eg leiði ógævu yvir teir á revsanarári teirra, sigur Harrin. v13  Hjá Sámáriu profetum sá eg ósømdir; teir profeteraðu við Báal og viltu fólk mítt Ísrael av leið. v14  Men hjá profetunum í Jerúsalem sá eg herviliga atferð; teir drivu hor og fóru við lygn og styrktu hendur illgerðarmanna, so at eingin teirra vendi um frá vándsku síni; mær eru teir allir eins og Sódoma, íbúgvar hennara eins og Gómorra. v15  Tí sigur Harri herliðanna soleiðis um profetarnar: Sí, eg vil mata teir við malurt og geva teimum eiturvatn at drekka; tí at av voldum profetanna í Jerúsalem er alt landið vorðið vanhalgað. v16  So sigur Harri herliðanna: Lurtið ikki eftir profetunum, ið profetera fyri tykkum; teir tøla tykkum við talu um sjónir, sum teir sjálvir hava upphugsað og ikki fingið frá Harranum. v17  Við teir, ið havna orði Harrans, siga teir: Tykkum skal alt vignast væl! Og við hvønn, sum fer eftir treiski hjarta síns: Teg skal einki ilt raka! v18  Tí at hvør hevur tikið lut í ráðagerð Harrans og sæð og hoyrt orð hans? Hvør hevur gáað eftir orði hans og hoyrt tað? v19  Sí, Harrans vreiði er sum stormur á ferð, sum hvirlur, ið mala um høvur hinna gudleysu! v20  Ikki skal bræði Harrans lætta av, fyrr enn hjartans hugsanir hans eru evnaðar og framdar; tá ið síðstu dagar koma, skulu tit skilja tað. v21  Eg havi ikki sent profetarnar, og kortini renna teir; eg havi ikki talað til teirra, og kortini profetera teir! v22  Um teir høvdu staðið í ráði mínum og hoyrt orð míni, tá høvdu teir fingið fólk mítt burtur av teirra vánda vegi og frá illverkum teirra. v23  Eri eg tá einans Guð í námindu, sigur Harrin, og ikki Guð í fjarlegd? v24  Kann nakar krógva seg burtur, so at eg ikki síggi hann? sigur Harrin. Er tað ikki eg, sum fylli himin og jørð? sigur Harrin. v25  Eg havi hoyrt, hvussu profetarnir, ið profetera lygn í mínum navni, siga: Meg droymdi, meg droymdi! v26  Hvussu leingi skal hetta ganga? Munnu profetarnir, ið profetera lygn og svikræði hjarta síns, hava í hyggju v27  við dreymum sínum, sum teir bera upp hvør fyri øðrum, at tøla fólk mítt til at gloyma navn mítt, eins og fedrar teirra gloymdu navn mítt vegna Báal. v28  Tann profetur, ið hevur dreymar, sigi hann frá dreymi sínum; men tann, sum hevur fingið orð frá mær, tali hann orð mítt í sannleika. Hvat samband hevur strúgvi við korn? sigur Harrin. v29  Er ikki orð mítt eins og eldur, sigur Harrin, eins og hamar, sum klývur klettar? v30  Sí, tí skal eg koma yvir profetarnar, sigur Harrin, teir, ið stjala orð hvør frá øðrum. v31  Ja, eg skal koma yvir profetarnar, sigur Harrin, teir, ið profetera av sær sjálvum og kortini siga: So sigur Harrin. v32  Sí, eg skal koma yvir profetarnar, sigur Harrin, teir, ið siga hvør øðrum frá lygidreymum og leiða fólk mítt á villar vegir við lygnum og reypi sínum, tó at eg ikki havi sent teir og einki umboð givið teimum; teir gera hesum fólki als einki gagn, sigur Harrin. v33  Tá ið hetta fólkið ella einhvør profetur ella einhvør prestur spyr teg: Hvør er byrði Harrans? Tá skalt tú svara teimum: Tit eru byrðin; men nú tveiti eg tykkum av, sigur Harrin! v34  Men tann profetur ella prestur ella leikmaður, ið sigur: »Byrði Harrans«! tann mann skal eg revsa – bæði hann og ættarkyn hans! v35  Men soleiðis skulu tit siga hvør við annan og manna millum: Hvat hevur Harrin svarað, og hvat hevur Harrin talað? v36  Men »byrði Harrans« mega tit ikki nevna aftur, tí at hjá hvørjum manni skal »byrðin« verða hans egna orð. Og tit reingja orð hins livandi Guðs, Harra herliðanna, Guðs várs. v37  So skulu tit siga við profetin: Hvat hevur Harrin svarað tær? og: Hvat hevur Harrin talað? v38  Men siga tit »byrði Harrans«, tá skal Harrin siga soleiðis: Av tí at tit hava nevnt hetta orðið »byrði Harrans«, tó at eg beyð tykkum og segði: Sigið ikki: »Byrði Harrans«, v39  sí, tessvegna skal eg hevja tykkum upp og varpa bæði tykkum og teirri borg, sum eg gav tykkum, burtur frá ásjón míni v40  og leggja á tykkum æviga skomm og æviga skemd, sum ongantíð verður gloymd.