Líkingargerð um harradømi Kaldea, viðvaring móti uppreist

v1  Í byrjan ríkisstjórnar Zidkia Jósiasonar, Júdakongs, kom hetta orðið frá Harranum til Jeremia: v2  So segði Harrin við meg: Ger tær bond og ok og legg tað á háls tín v3  og send Edóms og Móabs og Ammons og Týrusar og Zidons kongum boð við ørindrekum teirra, ið komnir eru til Jerúsalem, til Zidkia Júdakongs, v4  og bjóð teimum at bera harrum sínum boð og siga: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sigið við harrar tykkara: v5  Eg havi við mínum mikla mátti og útrætta armi skapað jørðina og menn og skepnur, sum á henni eru; og eg gevi hana hvørjum, sum eg vil. v6  Og nú gevi eg øll hesi lond upp í hendur Nebukadnezars Bábelkongs, tænara míns; eisini djórini á markini gevi eg honum, so at tey við skulu træla fyri hann; v7  allar tjóðir skulu træla fyri hann og son og sonarson hans, til eisini tími lands hansara kemur, tí at eisini hann skal træla fyri veldigar tjóðir og miklar kongar. v8  Og tann tjóð og tað ríki, sum ikki vil træla fyri hann, Nebukadnezar Bábelkong, og ikki boyggja háls sín undir ok Bábelkongs – ta tjóð vil eg heimsøkja við svørði, hungri og drepsótt, til eg havi avoytt teir fyri hond hans, sigur Harrin. v9  Og lurtið ikki eftir profetum tykkara og galdrakvøðarum, droymarum, rúnarmonnum og gandakøllum, ið siga við tykkum: Einki munnu tit fara at træla fyri Bábelkong! v10  Tí at teir spáa tykkum lygnir til tess at fáa tykkum burtur av landi tykkara, við tað at eg tá reki tykkum burtur, so at tit farast. v11  Men ta tjóð, sum boyggir háls sín undir ok Bábelkongs og tænir honum, hana lati eg hava frið á jørð síni til at dyrka hana og búgva á henni, sigur Harrin.

v12  Og eg talaði til Zidkia Júdakongs samsvarandi øllum hesum orðum og segði: Boyggið hálsar tykkara undir ok Bábelkongs og trælið fyri hann og fólk hans; tá mega tit lívi halda. v13  Hví vilja tit týna lívið fyri svørði, hungri og drepsótt, bæði tú og fólk, eins og Harrin hevur hótt ta tjóð, sum ikki vil træla fyri Bábelkong? v14  Lurtið ikki eftir orðum profetanna, tá ið teir siga við tykkum: Einki munnu tit fara at træla fyri Bábelkong! Tí at teir profetera tykkum lygnir; v15  eg havi ikki sent teir, sigur Harrin, og kortini profetera teir lygnir í mínum navni, til tess at eg skal reka tykkum burtur, so at tit týna lívið saman við profetunum, ið profetera fyri tykkum.

v16  Og við prestarnar og alt fólkið mælti eg og segði: So sigur Harrin: Lýðið ikki á profetar tykkara, ið profetera fyri tykkum og siga: Sí, ílát hús Harrans verða nú brádliga heim aftur flutt úr Bábel! – Tí at teir profetera tykkum lygnir. v17  Lurtið ikki eftir teimum, men trælið fyri Bábelkong, so at tit mega lívi halda! Hví skal henda borgin verða at toftum? v18  Men eru teir profetar, og hava teir orð Harrans, tá biði teir Harra herliðanna um, at tey ílát, sum enn eru eftir í húsi Harrans og í Júdakongsins høll, ikki eisini verða flutt til Bábelborgar. v19  Tí at so sigur Harri herliðanna um súlurnar og havið og kervagnarnar og teir lutir, sum enn eru eftir í hesi borgini, v20  og sum Nebukadnezar, Bábelkongur, ikki tók við sær, tá ið hann herleiddi Jekonja Jójakimsson Júdakong frá Jerúsalem til Bábelborgar saman við tignarmonnum Júda og Jerúsalems, v21  ja, so sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, um teir lutir, sum enn eru eftir í húsi Harrans og í Júdakongsins høll og í Jerúsalem: v22  Til Bábelborgar skulu teir verða fluttir, og har skulu teir verða verandi, til eg aftur hyggi til teirra og flyti teir burtur og føri teir aftur á henda stað, sigur Harrin.