Jeremia sendir hinum herleiddu bræv

v1  Hesi eru orðini í tí brævi, ið Jeremia profetur sendi úr Jerúsalem til teir elstu, sum eftir vóru millum teir herleiddu, og til prestarnar og profetarnar og til alt fólkið, ið Nebukadnezar hevði herleitt úr Jerúsalem til Bábelborgar – v2  eftir at Jekonja kongur og kongsmóðirin, hovmenninir, høvdingar Júda og Jerúsalems, listasmiðirnir og jarnsmiðirnir vóru farnir burtur úr Jerúsalem – v3  við Elasa Sjáfanssyni og Gemarja Hilkiasyni, sum Zidkia Júdakongur sendi til Nebukadnezars Bábelkongs: v4  So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, til allar hinar herleiddu, sum eg havi herleitt úr Jerúsalem til Bábelborgar: v5  Byggið hús og búgvið í teimum; leggið inn urtagarðar og etið ávøkst teirra! v6  Takið tykkum konur og gitið synir og døtur; takið sonum tykkara konur og giftið burtur døtur tykkara til tess at føða synir og døtur, so at tit fjølgast har og ikki fækkast! v7  Og havið umsorgan fyri landinum, sum eg havi herleitt tykkum til, og biðið fyri tí til Harrans; tí at eydna tess er eydna tykkara. v8  Tí at so sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Latið ikki profetarnar, sum eru tykkara millum, ella spásagnarmenn tykkara tøla tykkum, og trúgvið ikki á teir dreymar, sum tit droyma; v9  tí at teir spáa tykkum lygnir í mínum navni; eg havi ikki sent teir, sigur Harrin. v10  Tí at so sigur Harrin: Tá ið sjeyti ár eru umliðin fyri Bábel, vitji eg tykkum aftur og evni á tykkum heiti mítt, at flyta tykkum heim aftur á henda staðin. v11  Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð. v12  Tá ið tit kalla á meg, man eg svara tykkum og hoyra tykkum, tá ið tit biðja til mín; v13  spyrja tit eftir mær, skulu tit finna meg; og leita tit eftir mær av heilum huga, v14  skal eg lata tykkum finna meg, sigur Harrin, og venda lagnu tykkara, savna tykkum saman úr øllum tjóðum og av øllum teimum støðum, hagar sum eg havi rikið tykkum, sigur Harrin, og flyta tykkum heim aftur á henda staðin, haðan sum eg herleiddi tykkum. v15  Men tá ið tit siga: Harrin hevur vakt okkum upp profetar her í Bábel, v21  tá skulu tit vita, at so sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, um Ákab Kólajason og um Zidkia Máasejason, ið profeteraðu tykkum lygnir í mínum navni: Sí, eg gevi teir upp í hendur Nebukadnezars Bábelkongs, og hann skal drepa teir beint fyri eygum tykkara. v22  Og allir hinir herleiddu av Júda, sum eru í Bábel, skulu hava teir til soljóðandi bølbønartiltak: Harrin fari við teimum eins og við Zidkia og við Ákabi, sum Bábelkongur steikti í eldi! – v23  fyri at teir framdu skemdarverk í Ísrael og drivu hor við konum landa sína og talaðu í mínum navni lygnarorð, sum eg hevði ikki boðið teimum at tala. – Ja, eg veit tað og kann vátta tað, sigur Harrin. v16  Tí at so hevur Harrin sagt um kongin, sum situr í hásæti Dávids, og um alt fólkið, sum býr í hesi borgini, brøður tykkara, sum ikki vóru herleiddir saman við tykkum – v17  so sigur Harri herliðanna: Sí, eg sendi á teir svørð, hungur og drepsótt og geri teir eins og hinar fikurnar, ið vóru so ringar, at tær ikki vóru etandi, v18  og eg elti teir við svørði, hungri og drepsótt og geri teir til ræðslu fyri øll kongaríki á jørð, til bølbøn og øtan, til háð og spott millum allar tjóðir, hagar sum eg reki teir, v19  aftur fyri at teir ikki lýddu á orð míni, sigur Harrin; tí at støðugt sendi eg teimum tænarar mínar, profetarnar, men teir vildu ikki hoyra, sigur Harrin. v20  Men hoyrið tó orð Harrans, øll tit herleiddu, sum eg flutti úr Jerúsalem til Bábelborgar.

Revsingardómur yvir Sjemaja

v24  Við Sjemaja úr Nehelam skalt tú siga: v25  So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Av tí at tú í tínum egna navni hevur sent øllum fólkinum í Jerúsalem og prestinum Zefanja Máasejasyni og øllum prestunum soljóðandi bræv: v26  Harrin hevur sett teg sum prest í staðin fyri Jójada prest, til tess at tú í húsi Harrans skalt hava umsjón við øllum óðum monnum og øllum í profetiskum gudmóði og fjøtra teir við stokki og hálsjarni. v27  Hví setir tú tá ikki at Jeremia úr Ánatot, sum fæst við at profetera har hjá tykkum! v28  Tí at nú hevur hann sent okkum soljóðandi bræv higar til Bábelborgar: Hetta fer at vara leingi; byggið tí hús og búgvið í teimum; og leggið inn urtagarðar og etið ávøkst teirra! v29  Hetta brævið las presturin Zefanja upp fyri Jeremia profeti. v30  Tá kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi: v31  Send øllum hinum herleiddu hesi boð: So sigur Harrin um Sjemaja úr Nehelam: Av tí at Sjemaja hevur profeterað fyri tykkum, tó at eg ikki havi sent hann, og tølað tykkum til at troysta á lygnir, v32  tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eg skal hevna hetta inn á Sjemaja úr Nehelam og eftirkomarar hans, so at eingin av hansara ætt verður eftir í hesum fólkinum; og hann skal ikki síggja tað góða, sum eg lati vera fólki mínum fyri, sigur Harrin; tí at hann hevur boðað fráfall frá Harranum.