v1 Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: v2 Far og rópa inn í oyruni á Jerúsalem: So sigur Harrin: Eg minnist ungdómskærleika tín, alskhug tín, tá ið tú vart brúður og fylgdi mær í oyðimørkini, í landi, har ikki verður sáað. v3 Ísrael var halgaður Harranum, frumgróðurin av úrtøku hans; allir, ið vildu eta hann, vórðu sekir, ógæva rakti teir, sigur Harrin.
v4 Hoyrið orð Harrans, Jákups hús og øll ættarkyn av Ísraels húsi: v5 So sigur Harrin: Hvat hava fedrar tykkara funnið av órætti hjá mær, at teir fóru burtur frá mær og eltu fánýtar gudar, til teir sjálvir vórðu fánýtir? v6 Teir spurdu ikki: Hvar er Harrin, ið flutti okkum út úr Egyptalandi og leiddi okkum um oyðimørkina, um landið við reynum og gjáum, um hitt turra og niðamyrka landið, um landið, har eingin fer um, og eingin maður býr í. v7 Eg leiddi tykkum inn í aldingarðslandið, til tess at tit skuldu njóta ávøkst og góðgæti tess; men tá ið tit komu hagar, óreinskaðu tit land mítt og gjørdu arvalut mín andstyggiligan. v8 Prestarnir spurdu ikki: Hvar er Harrin? Og teir, ið fingust við lógina, kendu meg ikki; hirðarnir slitu trúnað við meg, og profetarnir profeteraðu í navni Báals og eltu gudar, sum ikki kunnu hjálpa. v9 Tí fari eg fyri rættin við tykkum, sigur Harrin, drottin, ja, við barnabørnum tykkara skal eg fara fyri rættin.
v10 Farið til Kittea stranda og vitið, rannsakið, sendið ørindreka til Kedar og kannið gjølla eftir og rannsakið, um tílíkt man vera hent áður, v11 um heidningatjóðir nakrantíð áður hava skift um gudar! Og tó teir eru ikki gudar! Men fólk mítt hevur latið hátign sína fyri tað, sum ikki kann hjálpa. v12 Øtist yvir hetta, tit himnar, og nøtrið av ræðslu, sigur Harrin. v13 Tí at tvær ringar gerðir hevur fólk mítt gjørt: Meg, lindina við livandi vatni, søgdu teir burtur og høgdu sær brunnar við sprungum, ið ikki halda vatni.
v14 Er tá Ísrael trælur, heimaborin trælur? Hví er hann vorðin at ráni? v15 Ungljón ýldu móti honum við grenjandi rødd og løgdu land hans í oyði; borgir hans liggja brendar og mannoyddar. v16 Eisini teir frá Nóf og Takpankes royta tín skalla. v17 Man ikki hetta ráma teg, av tí at tú segði meg burtur? sigur Harrin, drottin. v18 Hví vilt tú nú fara til Egyptalands til tess at drekka vatn úr Sjihor, og hví vilt tú fara til Assurs til tess at drekka vatn úr Ánni?
v19 Lær av ógævu tíni, og lat fráfall títt aga teg, so at tú sannar og sært, hvussu ilt og beiskt tað er, at tú hevur sagt burtur Harran, Guð tín! Ótti fyri mær er ikki skaptur hjá tær, sigur Harrin, drottin herliðanna. v20 Tí at fyri langt síðan hevur tú brotið okið av tær og slitið bond tíni. Tú segði: Eg vil ikki træla longur! Men á hvørjum høgum hóli og undir hvørjum grønum træi legði tú teg sum skøkja. v21 Eg setti teg niður sum valavínvið, sum gróðurtein av besta slagi. Hvussu kundi tú tá broytast og verða mær grein av ónýtum villivínviði? v22 Ja, tó at tú tváar tær við lúti og nýtir nógva sápu, so síggi eg kortini grómurnar eftir misgerð tína, sigur Harrin, drottin. v23 Hvussu kanst tú siga: Eg havi ikki óreinskað meg. Báalarnar havi eg ikki elt? Hygg at atferð tíni í dalinum, hygg, hvat tú hevur gjørt, tín fótfima kamelryssa, sum loypur higar og hagar; v24 eins og villasni, sum er vandur við oyðimørkina, stendur hon og tivar av girndarbruna, hvør kann temja girnd hennara? Teir, sum vilja hava hana, renna seg ikki móðar; hon er eyðfunnin, meðan hon er á áløgum. v25 Varða fót tín frá at ganga skóleysur og háls tín frá tosta! Men tú sigur: Nei, tað er til einkis! Eg elski hinar fremmandu, og teimum vil eg halda meg aftur at. v26 Eins og tjóvur verður lotur, tá ið hann verður tikin, soleiðis skal Ísraels hús skamma seg, bæði teir og kongar teirra, høvdingar, prestar og profetar teirra, v27 ið siga við træbulin: Tú ert faðir mín! og við steinin: Tú hevur føtt meg! Tí at bakið og ikki andlitið hava teir vent mær; men á ógævustund síni siga teir: Reis teg og bjarga okkum! v28 Hvar eru nú gudar tínir, sum tú hevur gjørt tær? Rísi teir upp og hjálpi tær, tá ið tú ert í neyðum staddur; tí at gudar tínir, Júda, eru so mangir í tali sum borgir tínar. v29 Hví træta tit við meg? Tit hava jú allir slitið trúnað við meg, sigur Harrin. v30 Til einkis eg sló synir tykkara, teir vildu ikki taka við aga; eins og oyðandi ljón hevur svørðið oytt profetarnar. v31 Títt illa ættarkyn, legg tær orð Harrans í geyma! Havi eg verið oyðimørk fyri Ísrael ella land bølamyrkursins? Hví man tá fólk mítt siga: Vit eru leysir, vit koma ikki aftur til tín! v32 Man moyggin gloyma skartgripir sínar og brúðurin belti sítt? Og tó hevur fólk mítt gloymt meg ovurlangar tíðir. v33 Hvussu væl dugdi tú ikki at snúgva tær til tess at leita tær ástir! Tí hevur tú á lívsleið tíni vant teg til hitt illa. v34 Eisini sæst blóð á hondum tínum av sakleysum armingum, blóð, sum eg ikki fann hjá nøkrum tjóvi, men hjá øllum hesum. v35 Og tó sigur tú: Eg eri ósekur, vreiði hans er frá mær vikin. Sí, tessvegna vil eg døma teg, at tú sigur: Eg havi ikki syndað. v36 Hvussu skjótur ert tú ikki at halda aðrar leiðir! Men tú skalt fáa skomm av Egyptalandi, eins og tú fekst skomm av Assur. v37 Tí skalt tú eisini fara haðan við hondunum yvir høvdinum; tí at Harrin hevur havnað øllum, ið tú troystaði á; av teimum skalt tú ongan frama fáa.