Frelsutíð. Útlegdin at enda

v1  Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum soljóðandi: v2  So sigur Harrin, Guð Ísraels: Skriva tær øll tey orð, sum eg havi talað til tín, í bók; v3  tí sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið eg vendi lagnu fólks míns, Ísraels og Júda, sigur Harrin, og føri tey heim aftur í landið, sum eg gav fedrum teirra, og lati tað ognast teimum.

Ógævur hótta, men Ísrael verður bjargað

v4  Hetta eru orðini, sum Harrin talaði um Ísrael og Júda: v5  So sigur Harrin: Vit hoyrdu ræðsluróp og ræðandi ófriðarróm. v6  Spyrjið og vitið, um kallmaður føðir! Hví síggi eg tá allar menn við hondum á lendum eins og konur í barnferð, og øll andlit blikna? v7  Tí at mikil er hesin dagur, hevur ikki sín líka, trongdartíð hjá Jákupi; men tó skal hann verða frelstur frá tí. v8  Á tí degi, sigur Harri herliðanna, bróti eg okið og taki tað av hálsi teirra og slíti bond teirra av teimum, og teir skulu ikki meira træla fyri fremmandar, v9  men tæna Harranum, Guði sínum, og Dávidi, kongi sínum, sum eg man vekja teimum upp. v10  Ver tí óræddur, Jákup, tænari mín, sigur Harrin, og óttast ikki, Ísrael; tí sí, eg frelsi teg úr fjarløgdum landi og avkom títt úr landinum, sum teir vórðu herleiddir til. Og Jákup skal koma heim aftur og liva í friði og náðum, og eingin órógvar hann. v11  Tí at eg eri við tær, sigur Harrin, til tess at frelsa teg, tí at eg beini fyri øllum teimum tjóðunum, sum eg spjaddi teg millum; men tær skal eg ikki beina fyri; eg vil revsa teg hóvliga, tó ikki sleppa tær med alla undan revsing.

Júda illa trongdur fyri syndir sínar; men beint verður fyri fíggindunum

v12  Ja, so sigur Harrin: Skaði tín er óbøtandi, einki kann grøða sár títt! v13  Eingin fremur rætt tín; kýli títt vil ikki batna, og sár títt verður ikki heilt. v14  Allir ástvinir tínir hava gloymt teg, teir spyrja ikki eftir tær; tí at eins og fígginda havi eg sligið teg, revsað teg eirindaleyst fyri tína stóru misgerð og tínar mongu syndir. v15  Hví skríggjar tú av skaða tínum, av tíni sváru pínu? Aftur fyri tína miklu misgerð og tínar mongu syndir havi eg gjørt tær hetta. v16  Men nú skulu allir, sum oyða teg, verða oyddir, allir, ið treingja teg, sjálvir verða herleiddir, og teir, sum herja á teg, skulu verða herjaðir, og allir, ið ræna teg, verða fyri ráni. v17  Tí at eg lati sár títt batna og grøði skeinur tínar, sigur Harrin, tú Zion, sum áður ætst hin burturrikna, hin einsama, sum eingin legði í.

Hinir herleiddu koma heim aftur í øllum góðum

v18  So sigur Harrin: Sí, eg vendi lagnu Jákups og várkunni bústøðum hans; borgin skal verða endurreist á heyggi sínum, og høllin standa aftur á sínum rætta staði. v19  Haðan skal ljóma takkarsongur og gleðiljóð; eg lati teir fjølgast og ikki fækkast; eg veiti teimum heiður; teir skulu ikki verða lítilsverdir. v20  Synir hans skulu vera eins og í forðum, og manngarður hans ikki vikast frá ásjón míni; men kúgarar hans vil eg heimsøkja. v21  Drotnari hans skal koma av honum sjálvum, og høvdingar hans ganga fram úr hans egna flokki; eg lati hann aftur nærkast og koma til mín; tí at hvør torir seta lívið í veð og sjálvboðin nærkast mær? sigur Harrin. v22  Og tá skulu tit vera fólk mítt, og eg vera Guð tykkara. v23  Sí, harðveður Harrans – eins og stormur brestur vreiðin á og melur um høvur hinna gudleysu eins og hvirluvindur. v24  Ikki skal Harrans brennandi vreiði linna, fyrr enn hann hevur framt og útint ætlanir hjarta síns. Tá ið síðstu dagar koma, skulu tit skyna á tí.