v1 Tá ið tann tíðin kemur, skal eg, sigur Harrin, vera Guð fyri allar ættir Ísraels, og tey skulu vera fólk mítt. v2 So sigur Harrin: Fólkið, sum komst undan svørðinum, fann náði í oyðimørkini; á hvíldarstað sín skal Ísrael koma aftur. v3 Úr fjarlegd birtist Harrin honum: Við ævigum kærleika havi eg elskað teg, tí vart tú leiddur av miskunn míni; v4 aftur vil eg reisa teg, endurreist skal moyggin Ísrael verða. Aftur skal hon skrýða seg við glymskálum og fara í dans við hinum glaðu. v5 Aftur skalt tú á Sámáriu fjøllum leggja inn víngarðar, seta niður og taka upp; v6 tí at dagur skal koma, tá ið varðmenninir rópa á Efraims fjøllum: Standið upp og farið niðan á Zion til Harrans, Guðs várs!
v7 Tí at so sigur Harrin: Hevjið fagnaðarljóð um Jákup, og lovsyngið hini mætastu tjóðini, kunngerið við hátíðarrómi og sigið: Harrin hevur bjargað fólki sínum, Ísraels leivdum! v8 Sí, eg flyti teir heim aftur úr norðursins landi og savni teir frá ytstu útryðjum jarðar. Teirra millum eru blind og lamin, burðarbúnar og føðandi konur; øll koma tey heim aftur higar í stórum flokkum. v9 Grátandi koma tey; og meðan tey eyðmjúk biðja, leiði og føri eg tey at rennandi løkjum eftir slættum vegi, har teir ikki snáva; tí at eg eri sum faðir fyri Ísrael, og Efraim er mín frumgitni sonur.
v10 Hoyrið orð Harrans, tit tjóðir, og kunngerið tað á fjarløgdum strondum og sigið: Tann, sum spjaddi Ísrael, savnar tað aftur og goymir at tí, eins og hirðin goymir at fylgi sínum. v11 Tí at Harrin hevur frelst Jákup og loyst hann undan valdi hans, ið honum var yvirmentur. v12 Teir koma niðan á Zions fjall við fagnaðarljóðum yvir Harrans fylling, yvir korn og aldinløg og olju, yvir lomb og kálvar; eins og vatnríkur aldingarður er sál teirra, ongantíð skulu teir ørmaktast aftur. v13 Tá skal ungmoyggin fegnast í dansi, og unglingar og gamlir gleðast saman; tí at eg broyti sorg teirra í gleði og veiti teimum ugga og fagnað eftir kvalir teirra. v14 Eg lívgi prestarnar við mørum og metti fólk mítt av fylling míni, sigur Harrin.
v15 So sigur Harrin: Rødd hoyrist í Ráma, venan og sárur grátur; Rakul grætur um børn síni og vil ikki lata seg ugga eftir børn síni, tí at tey eru ikki til longur. v16 Men nú sigur Harrin soleiðis: Halt rødd tíni frá gráti og eygum tínum frá tárum; tí at tú fært løn fyri møði tína, sigur Harrin úr fíggindalandi venda tey heim aftur. v17 Ja, vónrík er tín framtíð børnini koma heim aftur í land sítt, sigur Harrin.
v18 Gjølla hoyrdi eg Efraim kvarta: Tú hevur revsað meg, og eg tók við aga eins og ótamdur kálvur; snúgv mær aftur, tá vendi eg við, tí at tú ert Harrin, Guð mín. v19 Tí at síðan eg vendi við, havi eg iðrað meg, síðan eg fekk vitið fyri meg, havi eg sligið meg á lendar; snópin og skammfullur standi eg, má bøta fyri mínar ungdóms skemdir. v20 Er Efraim mær so dýrmætur sonur og tílíkt yndisbarn? Tí at so ofta eg tali um hann, kemur hann mær í minni, sum eg elski. Tí bylgist barmur mín, tí harmist eg um hann, sigur Harrin. v21 Reis tær varða og set upp vegamerki. Hav í huga vegin, leiðina, sum tú einaferð gekst! Kom aftur, moyggin Ísrael, snúgv heim aftur í hesar borgir tínar! v22 Hvussu leingi vilt tú reika aftur og fram, tú fráfalna dóttir? Tí at nú skapar Harrin nýtt í landinum: Konan verjir mannin.
v23 So sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð: Aftur skulu teir mæla hesum orðum í Júda landi og borgunum har, tá ið eg havi vent lagnu teirra: Harrin signi teg, tú rættlætis bústaður, heilaga fjall! v24 Har skal Júda búgva í øllum borgum sínum, jarðyrkismenn og hirðar við fylgjum sínum. v25 Tí at eg lívgi hvørja ørtysta sál og metti allar, ið máttloysi hava fingið. v26 Við hetta vaknaði eg, leit meg íkring, og svøvnurin hevði verið mær søtur.
v27 Ja, dagar skulu koma, tá ið eg sái land Ísraels og Júda við sáði bæði av fólki og fenaði, sigur Harrin. v28 Og eins og eg vakti yvir teimum til tess at slíta upp og kollvelta, at bróta niður og týna og meina teir, soleiðis vil eg nú vaka yvir teimum til tess at byggja upp og seta niður, sigur Harrin.
v29 Á teimum døgum skal hetta orðafellið ikki hoyrast: »Fedrarnir ótu súr vínber, og børnini fingu ringar tenn«, v30 men tá skal hvør ein doyggja fyri egnu misgerð sína, og hvør tann, sum etur súr vínber, skal sjálvur fáa ringar tenn.
v31 Sí, dagar skulu koma, sigur Harrin, tá ið eg geri nýggjan sáttmála við Ísraels og Júda hús, v32 ikki eins og hin sáttmálin, sum eg gjørdi við teir, ta ferðina tá eg tók í hond teirra og leiddi teir út úr Egyptalandi; tí at tann sáttmálan slitu teir, so at mær stóðst við teir, sigur Harrin. v33 Nei, hetta skal vera sáttmálin, sum eg geri við Ísraels hús eftir hesar dagar, sigur Harrin: Eg leggi lóg mína í barm teirra og riti hana á hjørtu teirra; og eg skal vera Guð teirra, og teir skulu vera fólk mítt. v34 Vinur skal ikki meira kenna vinmanni sínum ella bróðir bróður sínum og siga: Kennið Harran; tí at tey skulu øll kenna meg, bæði smá og stór, sigur Harrin; tí at eg man fyrigeva misgerð teirra og ikki meira minnast á syndir teirra.
v35 So sigur Harrin, sum setti sólina til at lýsa um dagar og skipaði mána og stjørnum til at lýsa um nætur, sum øsir havið upp, so at bylgjurnar bróta, hann, hvørs navn er Harri herliðanna: v36 Kundu hesar skipanir nakrantíð svitast fyri mær, sigur Harrin, tá kundi eisini Ísrael hildið uppat at vera tjóð fyri ásjón míni allar dagar. v37 So sigur Harrin: Verður himinin har uppi nakrantíð máldur, og jarðarinnar grundvøllur har niðri rannsakaður, tá verði eisini eg at havna Ísraels avkomi fyri alt tað, ið teir hava gjørt, sigur Harrin.
v38 Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið borgin skal verða endurreist Harranum frá Hánaneltorni og alt at Hornaliðinum, v39 og framleiðis skal málisnørið ganga beint á Gárebs heyggj og haðan í bug til Góa; v40 og allur dalurin við ræum og øsku og allur vøllurin alt at Kedrons løki og eystur at Rossaliðshorni skulu verða halgaðir Harranum; ongantíð aftur skal nakað har verða uppslitið ella niðurbrotið.