v1 Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum á tíggjunda ríkisári Zidkia Júdakongs, tað er átjanda ríkisár Nebukadnezars. v2 Tá tókst herur Bábelkongs við at kringseta Jerúsalem; men Jeremia profetur sat fangi í varðgarði í høll Júdakongs; v3 har hevði Zidkia Júdakongur lokað hann inni við hesum orðum: Hví profeterar tú og sigur: So sigur Harrin: Sí, eg gevi hesa borg upp í hendur Bábelkongs; hann skal vinna á henni. v4 Og Zidkia Júdakongur skal ikki komast undan valdi Kaldea, men vissuliga verða givin upp í hendur Bábelkongs; og hann skal tala við hann munn móti munni og síggja hann eyga móti eyga. v5 Til Bábelborgar skal hann føra Zidkia, og har skal hann verða verandi, til eg hyggi til hansara, sigur Harrin; tá ið tit berjast móti Kaldeum, skulu tit ongan frama fáa.
v6 Jeremia segði: Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v7 Sí, Hánamel, sonur Sjallums, faðirbróður tíns, man til tín koma og siga: Keyp tú jørð mína, sum liggur í Ánatot, tí at tín er loysnarrætturin til at keypa hana. v8 Tá kom, eins og Harrin hevði sagt, Hánamel, sonur faðirbróður míns, til mín í varðgarðin og segði við meg: Keyp tú jørð mína, sum liggur í Ánatot í Benjamins landi, tí at tín er arvarætturin og loysnarrætturin; keyp hana! Tá skilti eg, at tað var orð frá Harranum. v9 Eg keypti tí jørðina í Ánatot frá Hánameli, syni faðirbróður míns, og vigaði honum aftur fyri hana seytjan siklar av silvuri. v10 Og eg skrivaði tað í bræv og innsiglaði tað, læt vitni vátta tað og vigaði silvurið á vágskál. v11 Síðan tók eg keypsbrævið, bæði hitt innsiglaða og hitt opna, v12 og fekk tað Báruki Neriasyni Másejasonar í hjástøðu Hánamels, sonar faðirbróður míns, og vitnanna, sum skrivað høvdu undir keypsbrævið og í hjástøðu alra teirra Júdea, sum staddir vóru í varðgarðinum, v13 í hjástøðu teirra beyð eg Báruki: v14 So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Tak hesi keypsbrøvini, bæði hetta innsiglaða og hetta opna, og legg tey í leirker, til tess at tey mega verða varðveitt í langar tíðir. v15 Tí at so sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Enn skulu hús og akrar og víngarðar verða keypt í hesum landi.
v16 Men eftir at eg hevði fingið Báruki Neriasyni keypsbrævið, bað eg til Harrans og segði: v17 Á, Harri drottin! Tú hevur jú skapað himin og jørð við tínum mikla mátti og útrætta armi; fyri tær man einki vera ov undurfult; v18 tú, sum sýnir miskunn móti túsundum og letur misgerðir fedranna vitja aftur á børn teirra eftir teir, tú, hin sterki, veldigi Guð, hvørs navn er Harri herliðanna, v19 mikil í ráðum og máttugur í verki, og hvørs eygu eru upplatin yvir vegum alra mannabarna til tess at endurgjalda hvørjum manni eftir atferð hans og eftir ávøksti gerninga hans, v20 tú, sum gjørdi tekin og undur í Egyptalandi og ger tey enn í dag bæði í Ísrael og manna millum og hevur skapað tær mikið navn sum tað, tú hevur í dag; v21 og tú flutti fólk títt Ísrael út úr Egyptalandi við tekinum og undrum, við sterkari hond og útrættum armi og miklari ræðslu v22 og gavst teimum hetta landið, sum tú tilsvórt fedrum teirra at geva teimum, land, sum flýtur í mjólk og hunangi; v23 men tá ið teir komu inn í tað og ognaðu sær tað, tá lýddu teir ikki rødd tíni, fóru ikki eftir lóg tíni, og gjørdu einki av øllum tí, sum tú hevði boðið teimum at gera; tí lætst tú alla hesa ógævuna verða teimum fyri. v24 Sí, atsóknarvirkini eru komin tætt at borgini til tess at vinna á henni; fyri svørði, hungri og drepsótt er borgin givin upp í hendur Kaldea, sum herja á hana; nú er komið fram tað, sum tú boðaði; tú sært tað sjálvur; v25 og kortini sigur tú, Harri, drottin, við meg: Keyp tær jørð fyri silvur, og lat vitni vátta keypið tó at Kaldear valda borgini!
v26 Tá kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi: v27 Sí, eg eri Harrin, Guð yvir øllum holdi; man nakað vera mær ov undurfult? v28 Tí sigur Harrin so: Sí, eg gevi hesa borgina upp í hendur Kaldea og upp í hendur Nebukadnezars, Bábelkongs, og hann skal vinna á henni; v29 og Kaldear, sum herja á hesa borgina, skulu koma og seta eld á hana og brenna hana upp og somuleiðis húsini, har teir uppi á takinum kyndu Báali offureldar og heltu út droypioffur fyri øðrum gudum til tess at reita meg! v30 Tí at alt frá ungdóminum hava Ísraelsmenn og Júdamenn gjørt tað, sum ilt er í eygum mínum; tí at Ísraelsmenn gera ikki annað enn at reita meg við handaverkum sínum, sigur Harrin. v31 Tí at síðan henda borgin var reist og alt fram at hesum degi, hevur hon verið mær tilevni til vreiði og ilsku, so at eg nú má oyða hana burtur frá ásjón míni v32 fyri alla vándsku Ísraelsmanna og Júdamanna, sum teir hava havt frammi til tess at reita meg, bæði teir og kongar teirra, høvdingar teirra, prestar og profetar teirra, Júdamenn og Jerúsalembúgvar. v33 Teir vendu mær bakið og ikki andlitið, og tó at eg hevði at teimum bæði snimma og seint, vildu teir kortini ikki lýða og taka við aga. v34 Ja, í tí húsi, sum mítt navn er nevnt yvir, settu teir upp sínar andskræmiligu gudar til tess at óreinska tað v35 og bygdu Báals offurheyggjar í dali Hinnomssonar til tess at ofra Moloki synir sínar og døtur tílíkt, sum eg ikki havi boðið teimum og ongantíð hevur verið í mínum huga, at tílík andstygd skuldi verða framd til tess at tøla Júda til at synda. v36 Men nú sigur Harrin, Ísraels Guð, soleiðis um hesa borgina, sum tit siga vera givna upp í hendur Bábelkongs fyri svørði, hungri og drepsótt: v37 Sí, eg man savna tey úr øllum teimum londum, hagar sum eg spjaddi tey um í bræði míni, í vreiði og øði míni, og lata tey koma heim aftur á henda staðin og búgva her ekkaleys. v38 Tá skulu tey vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra; v39 og eg gevi teimum eitt hjarta og ein veg, so at tey óttast meg allar dagar, teimum til eydnu og børnum teirra eftir tey. v40 Tá geri eg við tey ævigan sáttmála, at eg ikki vil fara frá teimum, men gera væl ímóti teimum og leggja ótta fyri mær í hjørtu teirra, so at tey ikki víkja frá mær. v41 Og eg skal fegnast um tey og gera væl ímóti teimum og gróðurseta tey í hesum landi við trúfesti av heilum huga og allari sál míni. v42 Tí at so sigur Harrin: Eins og eg leiddi alla hesa miklu ógævu oman yvir hetta fólk, soleiðis vil eg nú leiða yvir tey alt tað góða, sum eg boðaði teimum. v43 Enn skal jørð verða keypt í hesum landinum, sum tit siga vera oyðimørk, uttan fólk og fenað, og givin upp í hendur Kaldea; v44 ja, jørð munnu menn keypa fyri pening og skriva keypsbrøv og innsigla tey og taka vitni bæði í Benjamins landi og bygdunum kring Jerúsalem, í Júdaborgum og bygdunum á fjallalandinum, láglandinum og suðurlandinum; tí at eg vendi lagnu teirra, sigur Harrin.