Spádómur um dýrdligu framtíð Ísraels

v1  Orð Harrans kom á øðrum sinni til Jeremia, meðan hann enn sat innilokaður í varðgarðinum, soljóðandi: v2  So sigur Harrin, sum skapað hevur jørðina og hevur evnað hana til og grundfest hana, hann, hvørs navn er Harrin: v3  Kalla á meg, og eg man svara tær og kunngera tær miklar og loyndar lutir, sum tú ikki kennir. v4  Tí at so sigur Harrin, Guð Ísraels, um húsini í hesi borg og húsini hjá Júdakongum, sum niður vórðu rivin til tess úr teimum at byggja hervirki og bøta borgargarðar, v5  tá ið teir bardust við Kaldear, og hús teirra fyltust við líkum av monnum, sum eg feldi í vreiði og bræði míni, við tað at eg fjaldi andlit mítt fyri teimum vegna alla vándsku teirra: v6  Sí, eg lati sárini á hesi borg batna og grógva aftur; eg gevi teimum heilsubót og lati upp fyri teimum ríkidømi av sonnum friði. v7  Eg vendi lagnu Júda og lagnu Ísraels og byggi tey upp aftur eins og í forðum. v8  Eg reinsi tey frá øllum misgerðum teirra, sum tey hava gjørt ímóti mær, og fyrigevi teimum øll misbrot teirra, sum teir hava syndað við móti mær og slitið trúnað við meg. v9  Borgin skal verða mær til fragdar og gleði, til lovs og heiðurs millum allar tjóðir jarðar; og tá ið teir frætta um alt tað góða, sum eg geri teimum, skulu teir skelva og titra yvir alt tað góða og alla ta lívssælu, sum eg lati verða borgini fyri. v10  So sigur Harrin: Aftur skal á hesum staði, sum tit siga vera reyn og uttan fólk og fenað, í Júda borgum og á Jerúsalems gøtum, ið liggja oyddar uttan fólk og fenað, v11  hoyrast fagnaðarrómur og gleðiljóð, røddir brúðgóms og brúðar og røddir teirra, sum siga: Takkið Harra herliðanna, tí at góður er Harrin, og miskunn hans varir um ævir! og somuleiðis røddir teirra, ið bera fram lovoffur í húsi Harrans; tí at eg vendi lagnu landsins, so at tað verður aftur eins og í forðum, sigur Harrin. v12  So sigur Harri herliðanna: Enn skal á hesum staði, sum liggur oyddur og uttan fólk og fenað og í øllum borgum hans, verða beiti, har hirðar savna seyð sín; v13  í fjallabygdunum og bygdunum á láglandinum og suðurlandinum, í Benjamins landi og landinum kring Jerúsalem og í Júda borgum munnu teir aftur lata seyð fara fram við teimum, ið telja hann, sigur Harrin. v14  Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá eg evni ta fyrijáttan, sum eg talaði um Ísraels hús og Júda hús; v15  á teimum døgum og um tað mundið lati eg Dávidi spretta upp rættferðar gróðursprota; hann skal inna rætt og rættlæti í landinum. v16  Á teimum døgum skal Júda verða frelstur og Jerúsalem búgva í trygdum; og hetta skal vera navn hennara: Harrin er rættvísi okkara. v17  Tí at so sigur Harrin: Dávidi skal ongantíð vanta eftirmaður til at sita í hásæti Ísraels; v18  heldur ikki skal Levitaprestunum vanta maður til at standa frammi fyri ásjón míni, til at bera fram brennioffur, brenna grónoffur og ofra sláturoffur allar dagar.

v19  Og orð Harrans kom til Jeremia soljóðandi: v20  So sigur Harrin: Kann sáttmáli mín við dagin og náttina verða slitin, so at tað ikki verður dagur og nátt í rættum tíma, v21  tá kann eisini sáttmáli mín við Dávid, tænara mín, verða slitin, so at hann ongan son hevur eftir seg til at sita sum kongur í hásæti sínum, og somuleiðis sáttmáli mín við Levitaprestarnar, ið tæna mær. v22  Eins og herur himinsins ikki verður taldur, og havsins sandur ikki mátaður – so vil eg margfalda avkom Dávids, tænara míns, og Levitarnar, ið tæna mær.

v23  Og orð Harrans kom til Jeremia soljóðandi: v24  Hevur tú ikki givið tær far um, hvussu hetta fólkið sigur: Harrin hevur havnað báðum teimum ættargreinum, sum hann valdi út. Soleiðis vanmeta teir fólk mítt við ikki at telja tað tjóð. v25  So sigur Harrin: Havi eg ikki gjørt sáttmála við dag og nátt og givið himni og jørð fastar lógir, v26  tá man eg eisini havna avkomi Jákups og Dávids, tænara míns, og ongan taka av eftirkomarum hans til at vera høvdingi yvir avkomi Ábrahams, Ísaks og Jákups; tí at eg vendi lagnu teirra og várkunni teimum.