Jeremia uggar Zidkia við, at hann skal doyggja í náðum og verða virðiliga jarðaður

v1  Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum, tá ið Nebukadnezar Bábelkongur og allur herur hans og øll kongaríki jarðar, sum hann valdaði, og allar tjóðir herjaðu á Jerúsalem og allar borgir kring hana – soljóðandi: v2  So sigur Harrin, Guð Ísraels: Far og finn Zidkia Júdakong á máli og sig við hann: So sigur Harrin: Sí, eg gevi hesa borg upp í hendur Bábelkongs, og hann skal brenna hana av; v3  og tú sjálvur skalt ikki komast undan honum, men vissuliga verða tikin og givin upp í hendur hans; og eygu tíni skulu síggja eygu Bábelkongs, og hann skal tala til tín munn móti munni; og til Bábelborgar skalt tú koma. v4  Men hoyr orð Harrans, Zidkia Júdakongur: So sigur Harrin um teg: Tú skalt ikki doyggja fyri svørði, v5  men í friði skalt tú doyggja, og eins og roykilsi varð brent við jarðarferðir fedra tína, konganna, sum vóru undan tær, soleiðis skulu menn eisini brenna roykilsi tær til heiðurs og harma teg og siga: Á, Harri! so satt sum eg havi talað, sigur Harrin. v6  Og Jeremia profetur talaði øll hesi orð við Zidkia Júdakong í Jerúsalem, v7  meðan herur Bábelkongs herjaði á Jerúsalem og á báðar tær Júdaborgir, sum enn vóru eftir – Lákisj og Ázeka, tí at av øllum hinum víggirdu borgunum í Júda vóru eina hesar báðar eftir.

Jeremia átalar heitbrot

v8  Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum, eftir at Zidkia kongur hevði gjørt sáttmála við alt fólkið í Jerúsalem um at boða frælsi, v9  at hvør maður skuldi geva træli og trælkvendi sínum frælsi aftur, um tey vóru hebráisk, so at eingin Júdamaður hevði tjóðfelaga sín sum træl. v10  Og allir høvdingarnir og alt fólkið, sum gingið var undir sáttmálan, lótu sær hetta lynda, at hvør maður skuldi geva træli og trælkvendi sínum frælsið aftur og ikki lata tey træla meira; og soleiðis teir gjørdu. v11  Men seinni hálsaðu teir um og tóku aftur til sín teir trælir og tey trælkvendi, sum teir høvdu givið leys og kúgaðu tey aftur til at træla fyri seg. v12  Tá var tað, at orð Harrans kom til Jeremia soljóðandi: v13  So sigur Harrin, Guð Ísraels: Eg gjørdi sáttmála við fedrar tykkara ta ferðina, tá eg leiddi teir út úr Egyptalandi, úr trælahúsinum og segði: v14  Tá ið sjey ár eru umliðin, skal hvør tykkara geva sín hebráiska ættbróður leysan, sum hevur selt seg til tín; tá ið hann hevur tænt tær í seks ár, skalt tú lata hann fara frælsan frá tær. Men fedrar tykkara lýddu mær ikki og løgdu ikki oyru síni við. v15  Beint nú vendu tit við og gjørdu tað, sum rætt er í mínum eygum, við at boða hvør øðrum frælsi og gera sáttmála fyri ásjón míni í tí húsi, sum navn mítt er nevnt yvir. v16  Men síðan hálsaðu tit um aftur og vanhalgaðu navn mítt, við tað at hvør maður tók aftur til sín tann træl og tað trælkvendi, sum hann hevði givið fult frælsi og latið fara, hvar tey vildu, og kúgaði tey til at træla fyri seg aftur. v17  Tí sigur Harrin soleiðis: Tit vildu ikki lýða mær og boða frælsi hvør sínum ættbróður; sí, tí vil eg boða tykkum frælsi, sigur Harrin, so at tit verða fyri svørði, hungri og drepsótt, og eg geri tykkum til ræðslu fyri øll kongaríki jarðar. v18  Og teir menn, ið slitu sáttmálan við meg og ikki hildu orð sáttmála tess, ið teir gjørdu fyri ásjón míni, tá ið teir slátraðu kálvin og skóru hann sundur í tógvar lutir og gingu lutanna millum, v19  høvdingar Júda og Jerúsalems, hirðmenninar, prestarnar og alt fólkið í landinum, ið gekk millum luta kálvsins – v20  teir gevi eg upp í hendur fígginda teirra og upp í hendur teirra, sum royna eftir lívi teirra; og lík teirra skulu vera føðsla hjá fuglum himinsins og djórum jarðarinnar. v21  Og Zidkia Júdakong og høvdingar hans gevi eg upp í hendur fígginda teirra og upp í hendur teirra, sum royna eftir lívi teirra; v22  men heri Bábelkongs, ið nú er farin frá tykkum, sí, honum bjóði eg, sigur Harrin, at koma aftur til hesa borg og herja á hana og vinna sigur av henni og síðan seta á hana og brenna hana av; og eg skal lata Júdaborgir liggja avtoftaðar og mannoyddar.