Rekabitar sum fyrimynd Ísraelsmanna

v1  Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum á døgum Jójakims Jósiasonar Júdakongs, soljóðandi: v2  Far og finn Rekabitar á máli og tala við teir og far við teimum inn í eitt av herbergunum í húsi Harrans og gev teimum vín at drekka! v3  Tá søkti eg Jáazanja Jirmejason Hábazzinjasonar og brøður hansara og allar synir hansara, allan ættarflokk Rekabita, v4  og fór við teimum í hús Harrans, inn í herbergið hjá sonum Hánans Jigdaljasonar Guðsmansins, tað, sum stóð tætt við høvdingaherbergið uppi yvir herberginum hjá Máaseja Sjallumssyni, duravørði. v5  Og eg setti kannur fullar av víni og steyp fram fyri Rekabitarnar og segði við teir: Drekkið vín! v6  Men teir svaraðu: Vit drekka ikki vín, tí at ættarfaðir okkara, Jónadab Rekabsson hevur boðið okkum og sagt: Tit og børn tykkara skulu um ævir ongantíð drekka vín! v7  Og hvørki mega tit byggja hús ella sáa korn ella eiga víngarðar ella seta nakað niður; men í tjøldum skulu tit búgva alla ævi tykkara, til tess at tit mega liva leingi í tí landi, har tit dvølja sum útisetar. v8  Vit hava lýtt Jónadabi Rekabssyni, ættarfaðir okkara, í øllum, sum hann beyð okkum, so at vit alla ævi okkara ikki drekka vín, hvørki vit ella konur ella synir ella døtur okkara, v9  og reisa okkum ikki hús til at búgva í og eiga hvørki víngarðar ella akrar ella sáðkorn; v10  men vit búgva í tjøldum og liva soleiðis í lýdni móti øllum tí, sum Jónadab, ættfaðir okkara, hevur boðið okkum. v11  Men tá ið Nebukadnezar Bábelkongur breytst inn í landið, søgdu vit: Komið, vit skulu fara niðan í Jerúsalem undan herum Kaldea og Áramea! Tí búgva vit nú her í Jerúsalem.

v12  Tá kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi: v13  So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Far og sig við Júdamenn og Jerúsalembúgvar: Vilja tit ikki taka við aga og lýða orðum mínum? sigur Harrin. v14  Orð Jónadabs Rekabssonar eru hildin; tí at hann beyð sonum sínum ikki at drekka vín; og teir hava ikki drukkið vín alt fram at hesum degi í lýdni móti tí boði, sum ættfaðir teirra gav teimum: Men tit hava ikki lýtt mær, tó at eg bæði árla og síðla havi talað til tykkara! v15  Í heilum sendi eg tykkum allar tænarar mínar, profetarnar, til at boða: Vendið við hvør frá sínum vánda vegi og gerið tað, sum gott er, og eltið ikki aðrar gudar til tess at tæna teimum; tá skulu tit verða búgvandi í tí landi, sum eg gav tykkum og fedrum tykkara! Men tit vildu ikki leggja oyru tykkara við og ikki hoyra meg. v16  Ja, synir Jónadabs Rekabssonar hava verið lýdnir ímóti tí boði, sum ættfaðir teirra beyð teimum; men hetta fólkið hevur ikki verið lýðið móti mær. v17  Tessvegna, sigur Harrin, Guð herliðanna, Guð Ísraels, soleiðis: Sí, eg lati koma yvir Júda- og Jerúsalembúgvar alla ta ógævu, sum eg havi hótt teir við, av tí at teir ikki vildu hoyra, tá ið eg talaði til teirra, og ikki svara, tá ið eg kallaði á teir.

v18  Men við ættarfólk Rekabita segði Jeremia: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Av tí at tit hava lýtt boði Jónadabs, ættfaðirs tykkara, og hildið allar fyriskipanir hans og gjørt alt tað, sum hann hevði lagt fyri tykkum, v19  tessvegna, sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels, soleiðis: Ongantíð skal Jónadabi Rekabssyni vanta maður til tess at standa frammi fyri ásjón míni.