v1 Zidkia Jósiason varð kongur í stað Konja Jójakimssonar; tað var Nebukadnezar, ið gjørdi hann til kong í Júdalandi; v2 men hvørki hann ella tænarar hans ella fólkið í landinum lýddu orðum teimum, ið Harrin hevði talað við Jeremia profet. v3 Zidkia kongur sendi Júkal Sjelemjason og prestin Zefanja Máasejason til Jeremia profet við soljóðandi orðsending: Gakk til Harrans, Guðs várs, í forbøn fyri okkum! v4 Jeremia hevði um tað mundið loyvi at ganga út og inn hjá fólkinum, tí at enn høvdu teir ikki sett hann í myrkustovu. v5 Herur Fáraos var hildin út úr Egyptalandi; og tá ið Kaldear, sum kringsettu Jerúsalem, frættu tað, fóru teir burtur frá Jerúsalem. v6 Tá kom orð Harrans til Jeremia profet soljóðandi: v7 So sigur Harrin, Ísraels Guð: Soleiðis skalt tú siga við Júdakong, sum sendi teg at leita ráð við meg: Herur Fáraos, sum helt avstað tykkum til hjálpar, man venda heim aftur til Egyptalands; v8 og Kaldear skulu koma aftur og herja á hesa borg, vinna sigur á henni og brenna hana upp! v9 So sigur Harrin: Teipið ikki tykkum sjálvar við at siga: Kaldear munnu fara frá okkum med alla. Nei, teir fara ongar vegir! v10 Tí at um tit vógu allan her Kaldea, sum herjar á tykkum, so at einans nakrir særdir vóru eftir, hvør í sínum tjaldi, tá skuldu teir risið upp og brent hesa borgina upp.
v11 Tá ið herur Kaldea var rýmdur frá Jerúsalem undan heri Fáraos, v12 fór Jeremia úr Jerúsalem og bjóst til Benjamins lands til tess at taka lut í jarðarbýti við bygdarfólkinum. v13 Men tá ið hann kom í Benjamins lið, var har varðmaður ein, sum æt Jiria Sjelemjason, Hánanjasonar; hann treiv í Jeremia profet og mælti: Tú ætlar at rýma yvir til Kaldea! v14 Men Jeremia svaraði: Tað er lygn; eg ætli ikki at rýma yvir til Kaldea! Men Jiria vildi ikki lurta eftir Jeremia, treiv í hann og leiddi hann fram fyri høvdingarnar. v15 Høvdingarnir reiddust inn á Jeremia, bardu hann av og settu hann fastan í húsinum hjá Jónatani ríkisritara, tí at tað høvdu teir gjørt til fangahús. v16 Soleiðis kom Jeremia í fangaskotið undir hválvinum; og har varð hann sitandi langa tíð.
v17 Men Zidkia kongur sendi menn eftir honum; og kongur spurdi hann í loyndum í høll síni: Er nakað orð frá Harranum? Jeremia svaraði og segði: Jú, vissuliga: Tú skalt verða givin upp í hendur Bábelkongs! v18 Síðan segði Jeremia við Zidkia kong: Hvat misbrot havi eg gjørt móti tær og tænarum tínum og móti hesum fólkinum, at tit seta meg í myrkustovu? v19 Og hvar eru nú profetar tykkara, sum profeteraðu fyri tykkum og søgdu: Ei man Bábelkongur ráðast á tykkum og hetta land? v20 Og hoyr nú, harra kongur! Lýð á mína eyðmjúku bøn og flyt meg ikki aftur í húsið hjá Jónatani ríkisritara til at doyggja har! v21 Tá beyð Zidkia kongur at seta Jeremia í varðhald í varðgarðinum; og hvønn dag fekk hann ein breyðleiv úr Bakaragøtu, til alt breyðið í borgini var undangingið. Soleiðis sat nú Jeremia í varðgarðinum.