v1 Og Sjefatja Mattansson, Gedalja Pasjhursson, Júkal Sjelemjason og Pasjhur Malkiason hoyrdu Jeremia tala hesi orðini fyri øllum fólkinum: v2 So sigur Harrin: Teir, sum verða eftir í hesi borg, skulu doyggja fyri svørði, hungri og drepsótt, men teir, sum rýma yvir til Kaldea, skulu komast undan og vinna lív sítt sum herfong; v3 tí at so sigur Harrin: Henda borgin skal vissuliga verða givin heri Bábelkongs í vald, og hann skal vinna hana! v4 Tá søgdu høvdingarnir við kongin: Hesin maður má týna lívið, tí at hann tekur áræðið bæði frá teimum hermonnum, ið eftir eru her í borgini, og frá øllum fólkinum við at tala soleiðis til teirra; tí at hesin maður vil hesum fólki einki gott, men einans ilt! v5 Zidkia kongur svaraði: Sí, hann er í tykkara valdi! Tí at kongur megnaði einki ímóti teimum. v6 Tá tóku teir Jeremia og koyrdu hann niður í brunnin hjá Malkia kongssyni, sum var í varðgarðinum; teir lótu hann síga niður í bondum; í brunninum var einki vatn, einans runa; og Jeremia søkk niður í rununa. v7 Blámaðurin Ebed-Melek, sum var hirðmaður í kongsins høll, frætti tessámillum, at teir høvdu blakað Jeremia niður í brunnin; og meðan kongur sat í Benjamins liði, v8 fór Ebed-Melek út úr kongshøllini og talaði so við kong: v9 Kongur, harri mín! Illverk hava hesir menn gjørt móti Jeremia profeti við at tveita hann niður í brunnin og lata hann doyggja í hungri; tí at breyð er einki eftir í borgini. v10 Tá beyð kongur Ebed-Meleki Blámanni og segði: Tak hiðan tríati mans við tær og fá Jeremia profet upp úr brunninum, áður enn hann doyr. v11 Ebed-Melek tók menninar við sær og fór heim í kongshøllina inn undir fæhirðsluna og tók haðan spjarrar og skeytar av gomlum pløggum og læt síga tað í bondum niður í brunnin til Jeremia, v12 og hann rópaði niður til Jeremia: Legg spjarrarnar undir hendurnar um bandið! Jeremia so gjørdi. v13 Síðan drógu teir hann við bondunum upp úr brunninum; og Jeremia sat nú aftur í varðgarðinum.
v14 Men Zidkia kongur sendi ørindreka at biðja Jeremia profet møta sær við hirðmanna inngongd í húsi Harrans. Og kongur segði við Jeremia: Eg fari at spyrja teg eitt, men loyn einki fyri mær. v15 Jeremia svaraði Zidkia: Um eg sigi tær tað, manst tú tá ikki fara at drepa meg? Og um eg leggi tær einihvørji ráð, manst tú ikki lurta eftir mær. v16 Tá tilsvór Zidkia kongur loyniliga Jeremia og mælti: So satt sum Harrin livir, ið skapað hevur sálina í okkum, skal eg ikki drepa teg og ikki geva teg upp í hendurnar á hesum monnum, sum royna eftir lívi tínum. v17 Síðan segði Jeremia við Zidkia: So sigur Harrin, Guð herliðanna, Guð Ísraels: Gevur tú teg høvdingum Bábelkongs í vald, tá skalt tú bjarga lívinum; og henda borgin skal ikki verða uppbrend, og tú og húsfólk títt skulu halda lívi. v18 Men gevur tú teg ikki teimum í vald, tá skal henda borgin verða givin upp í hendur Kaldea; teir skulu brenna hana upp, og tú skalt ikki verða bjargaður úr hondum teirra. v19 Tá segði Zidkia kongur við Jeremia: Eg ræðist teir Júdear, sum rýmdir eru yvir til Kaldear, at Kaldear skulu geva meg upp í hendur teirra, so at eg av teimum verði hildin fyri spott. v20 Men Jeremia svaraði: Tú verður ikki givin upp í hendur teirra; lýð tú bert boði Harrans, ið eg tali til tín, tá man vita tær væl við, og tú skalt lívi halda. v21 Men hevur tú teg undan at geva teg upp, tá hoyr, hvat Harrin hevur birt mær: v22 Sí, allar konur, sum eftir vóru í Júdakongsins høll, vórðu leiddar út til høvdinga Bábelkongs, meðan tær sungu: Vinmenn tínir hava teg tølað og verið tær yvirmentir; teir leiddu fót tín út í díkið og fóru síðan frá tær! v23 Allar konur tínar og øll børn tíni skulu verða førd út til Kaldear, og tú sjálvur skalt ikki komast undan teimum, men verða fangaður av Bábelkongi; og henda borgin skal verða uppbrend. v24 Tá segði Zidkia við Jeremia: Eingin má fáa fregn um hesa samrøðu; annars verður tað deyði tín! v25 Og um høvdingarnir frætta, at eg havi talað við teg, og teir koma til tín og siga: Sig okkum, hvat kongur talaði um við teg; loyn einki fyri okkum, tí at annars drepa vit teg! v26 Tá skalt tú svara teimum: Eg bønaði kong at sýna náði og ikki senda meg aftur í húsið hjá Jónatani til at doyggja har. v27 Og tá ið allir høvdingarnir komu til Jeremia og spurdu hann, svaraði hann teimum í øllum beint so, sum kongur hevði boðið honum. Tá lótu teir hann hava frið; tí at eingin fekk nakað at vita. v28 Jeremia varð nú sitandi í varðgarðinum, til Jerúsalem var vunnin.