Jeremia fer til Gedalja

v1  Orðið, sum kom til Jeremia frá Harranum, eftir at Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, hevði givið hann leysan í Ráma og sent boð eftir honum, meðan hann enn var bundin við fjøtrum millum allar teir úr Jerúsalem og Júda, sum vóru á veg til Bábelborgar, v2  og lívvarðarhøvdingin læt Jeremia koma til sín og segði við hann: Harrin, Guð tín, hótti henda staðin við ógævu. v3  Nú er tað gingið út; nú hevur Harrin framt tað, sum hann hótti við; av tí, at tit syndaðu móti Harranum og ikki lýddu rødd hans, er hetta nú komið oman yvir tykkum. v4  Sí, nú vil eg í dag loysa fjøtrini av hondum tínum; um tær hóvar at koma við mær til Bábelborgar, tá kom. Eg skal síggja tær til góða. Men hóvar tær ikki at koma við mær, so ver tú eftir; sí, alt landið liggur opið fyri tær; hagar, ið tær tykir gott og rætt at fara, mást tú fara. v5  Men tá ið Jeremia dró á at venda aftur, segði hann: Far tú tá til Gedalja Áhikamssonar, Sjáfanssonar, sum Bábelkongur hevur sett at ráða fyri Júdaborgum, og ver hjá honum í miðjum fólkinum; annars er tær loyvt at fara hagar, sum tú sjálvur vilt. Síðan gav lívvarðarhøvdingin honum ferðarvistir og gávur og læt hann fara. v6  Jeremia kom tá til Gedalja Áhikamssonar í Mizpa og varð verandi hjá honum í miðjum fólkinum, sum eftir var í landinum.

Gedalja er landsstjóri í Júda

v7  Men tá ið allir herhøvdingarnir, sum vóru úti um landið, og menn teirra frættu, at Bábelkongur hevði skipað Gedalja Áhikamsson landsstjóra og sett hann til at hava umsjón við monnum og konum, børnum og tí almúgufólki, sum ikki var herleitt til Bábelborgar, v8  tá komu teir til Gedalja í Mizpa, Jisjmael Netanjason, Jóhanan Káreason, Seraja Tanhumetsson, synir Efai Netofatita og Jezanja, sonur Máakatitans við monnum sínum. v9  Gedalja Áhikamsson, Sjáfanssonar legði teimum og monnum teirra dýran við og segði: Óttist ikki at vera Kaldeum lýdnir; verðið búgvandi í landinum og tænið Bábelkongi; tá skal vita tykkum væl við. v10  Sí, eg verði búgvandi her í Mizpa til at taka ímóti teimum Kaldeum, ið koma higar til okkara; men savnið tit upptøku tykkara av víni, aldini og olju, latið tað upp í ílát og verðið búgvandi í borgum teimum, ið tit hava ognað tykkum. v11  Og tá ið somuleiðis allir Júdear í Móab, hjá Ammonitum og í Edóm og í øllum hinum londunum frættu, at Bábelkongur hevði latið nakað av fólki vera eftir í Júdalandi, og at hann hevði sett Gedalja Áhikamsson, Sjáfanssonar yvir teir, v12  tá vendu teir allir aftur av øllum teimum støðum, hagar teir vóru riknir burtur, og komu til Júdalands til Gedalja í Mizpa og tóku at draga saman almikla upptøku av víni og aldini.

Gedalja vil ikki trúgva, at Jisjmael hugsar um svik

v13  Men Jóhanan Káreason og allir hinir herhøvdingarnir, sum vóru úti um landið, komu til Mizpa á fund við Gedalja v14  og søgdu við hann: Veitst tú av, at Báalis Ammonitakongur hevur sent Jisjmael Netanjason til tess at ráða tær bana? Men Gedalja Áhikamsson vildi ikki trúgva teimum. v15  Tá mælti Jóhanan Káreason loyniliga við Gedalja í Mizpa: Loyv mær at fara og drepa Jisjmael Netanjason; eingin skal fáa fregn av tí; hví skal hann ráða tær bana, so at allir Júdear, ið fylkt seg hava um teg, verða sundraðir; og leivdir Júda farast? v16  Men Gedalja Áhikamsson svaraði Jóhanani Káreasyni: Hatta mást tú ikki gera; tí at tú leggur Jisjmael undir lygn.