v1 Men á sjeynda mánaði kom Jisjmael Netanjason, Elisjámasonar, ið var av kongsættini og ein av høvuðsmonnunum, saman við tíggju monnum til Gedalja Áhikamssonar í Mizpa; og teir settust til borðs har í Mizpa við honum. v2 Jisjmael Netanjason og teir tíggju menninir, sum við honum vóru, lupu tá á føtur og vógu Gedalja Áhikamsson, Sjáfanssonar, við svørði og drópu soleiðis tann mann, sum Bábelkongur hevði sett at ráða fyri landinum; v3 somuleiðis jarðlegði Jisjmael allar teir Júdear, ið har vóru saman við Gedalja í Mizpa og teir Kaldear, sum har funnust og allar hermenninar.
v4 Men annan dagin eftir, at Gedalja var deyður, og áður enn nakar hevði fingið frænir av tí, v5 tá komu úr Sikem og Sjilo og úr Sámáriu áttati menn við avskornum skeggi, skræddum klæðum og við skeinum á likamunum. Teir høvdu við sær grónoffur og roykilsi til tess at bera tað fram í húsi Harrans. v6 Jisjmael Netanjason fór tá ímóti teimum út úr Mizpa; hann gekk grátandi allan vegin; og tá ið hann kom til teirra, mælti hann við teir: Komið inn til Gedalja Áhikamssonar! v7 Men so skjótt sum teir vóru komnir inn í borgina, drap hann og menn hans teir, og teir tveittu teir niður í brunnin. v8 Men teirra millum vóru tíggju menn, ið søgdu við Jisjmael: Drep okkum ikki, tí vit hava úti á markini fjaldar goymslur við hveiti og byggi, olju og hunangi. Tá tók hann seg aftur og drap teir ikki saman við hinum. v9 Men brunnurin, sum Jisjmael tveitti øll líkini í av teimum monnum, ið hann hevði dripið, var hin stóri brunnurin, sum Ása kongur hevði gjørt til varnar móti Básja, Ísraels kongi; hann fylti Jisjmael Netanjason við vignum monnum. v10 Síðan flutti Jisjmael burtur ta leivd av fólki, sum eftir var í Mizpa: Kongsdøturnar og alt fólkið, sum eftir var í Mizpa, sum Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, hevði sett Gedalja Áhikamsson yvir; tey flutti Jisjmael Netanjason burtur og helt síðan leið sína til Ammonita.
v11 Men tá ið Jóhanan Káreason og allir herhøvdingarnir frættu um tað illverk, ið Jisjmael Netanjason hevði int, v12 tóku teir við sær allar menn sínar og hildu avstað til tess at berjast við Jisjmael Netanjason; við Tjørnina miklu í Gibeon komu teir fram á hann. v13 Men tá ið alt fólkið, sum var við Jisjmaeli, bar eyga við Jóhanan Káreason og allar herhøvdingarnar, ið við honum vóru, tá fegnaðust tey; v14 og alt fólkið, sum Jisjmael hevði flutt hertikið við sær úr Mizpa, snúðist við og bant felag við Jóhanan Káreason. v15 Men Jisjmael Netanjason komst undan Jóhanani saman við átta monnum og fór til Ammonita.
v16 Jóhanan Káreason og allir herhøvdingarnir, ið við honum vóru, tóku tá alt tað, sum eftir var av tí fólki, sum Jisjmael Netanjason hevði flutt hertikið við sær úr Mizpa, eftir at hann hevði dripið Gedalja Áhikamsson, bæði hetjurnar og hermenninar, konurnar og børnini og hirðmenninar, sum teir høvdu við sær aftur úr Gibeon; v17 og teir løgdu avstað; men í Gerut-Kimham nærindis Betlehem steðgaðu teir á til tess haðan at halda ferðini áfram til Egyptalands v18 undan Kaldeum, tí at teir bóru ótta fyri teimum, av tí at Jisjmael Netanjason hevði dripið Gedalja Áhikamsson, ið Bábelkongur hevði sett yvir landið.