v1 Men tá ið Jeremia hevði lokið at tala til alt fólkið øll tey orð, sum Harrin, Guð teirra, hevði sent hann við til teirra øll hesi orð, v2 tá mæltu Ázarja Máasejason og Jóhanan Káreason og allir hinir hástóru menninir við Jeremia: Tú lýgur! Harrin, Guð vár, hevur ikki sent teg til at bjóða okkum ikki at fara til Egyptalands og búgva har í útisetri. v3 Nei, tað er Báruk Neriason, ið hevur eggjað teg upp ímóti okkum til tess at geva okkum upp í hendur Kaldea, at teir skulu drepa okkum ella herleiða okkum til Bábelborgar. v4 Og Jóhanan Káreason og allir herhøvdingarnir og alt fólkið vildu ikki lýða boði Harrans um at verða búgvandi í Júdalandi. v5 Men Jóhanan Káreason og allir herhøvdingarnir tóku tær Júda leivdir, ið heim aftur vóru komnar til tess at setast niður í Júdalandi, v6 bæði menninar og konurnar og børnini, kongsdøturnar og øll tey, sum Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, hevði latið vera eftir hjá Gedalja Áhikamssyni, Sjáfanssonar, somuleiðis Jeremia profet og Báruk Neriason, v7 og hildu til Egyptalands; tí at teir lýddu ikki rødd Harrans; og teir komu til Takpankes.
v8 Men orð Harrans kom til Jeremia í Takpankes soljóðandi: v9 Tak tær nakrar stórar steinar og grav teir niður í tigulsteinstúnið fyri durunum á høll Fáraos í Takpankes í hjástøðu Júdeanna v10 og sig við teir: So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, eg sendi boð eftir Nebukadnezari Bábelkongi, tænara mínum, og lati hann reisa hásæti sítt yvir hesum steinum, ið tú hevur grivið niður; og hann skal breiða út yvir teimum sín hásætisdúk. v11 Og hann skal koma og vinna av Egyptalandi og geva deyðanum tann, sum deyðanum er ætlaður, og herleiðingini tann, sum herleiðing er ætlaður, og svørðinum tann, sum svørði er ætlaður. v12 Hann skal seta eld á gudahov Egyptalands og brenna tey upp og flyta burtur gudar teirra sum herfong; og hann skal vevja um seg Egyptaland, eins og hirðin vevur skikkju sína um seg, og síðan fara haðan í øllum góðum. v13 Og hann skal sorla steinsúlurnar í Bet-Sjemesj og brenna gudahov Egyptalands upp.