v1 Orðið, sum kom til Jeremia um allar Júdear, sum búðu í Egyptalandi, í Migdol, Takpankes, Nóf og Pátros, soljóðandi: v2 So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Tit hava sjálvir sæð alla ta ógævu, sum eg leiddi yvir Jerúsalem og allar Júda borgir; sí, nú liggja tær avtoftaðar, og eingin býr í teimum, v3 aftur fyri at tær við illgerðum sínum reittu meg, við tað at teir fóru og kyndu offureld til tess at tæna øðrum gudum, sum hvørki teir ella fedrar teirra høvdu kent. v4 Og eg sendi til teirra bæði árla og síðla profetarnar, tænarar mínar, til tess at siga við teir: Fremjið ikki hesar andstygdir, sum eg hati! v5 Men teir lýddu ikki og løgdu ikki oyru síni við til tess at víkja frá vándsku síni og lætta av at kynda offureldar fyri øðrum gudum. v6 Tí varð vreiði mín útoyst, og tí brann bræði mín í Júda borgum og Jerúsalems gøtum, so at tær eru vorðnar at toftum og rustum, sum nú gongur sjón fyri søgn. v7 Og nú sigur Harrin, Guð herliðanna, Guð Ísraels: Hví elva tit sjálvum tykkum ta miklu ógævu at avoyða fyri tykkum bæði menn og konur, leikbørn og bróstabørn úr Júda, so at einki verður eftir av tykkum, v8 við tað at tit reita meg við handaverkum tykkara og kynda øðrum gudum offureld í Egyptalandi, hagar sum tit eru komnir at búgva í útisetri, so at tit beina fyri tykkum sjálvum og verða til bølbiðingarorð og spott millum allar tjóðir jarðar? v9 Hava tit gloymt tær illgerðir, sum fedrar tykkara og Júdakongar, høvdingar og konur tykkara framdu í Júdalandi og á Jerúsalems gøtum? v10 Ikki hava teir eyðmýkt seg enn, og ikki hava teir óttast meg ella farið eftir lóg míni og teimum fyriskipanum, ið eg legði fyri tykkum og fedrar tykkara. v11 Tí sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels, soleiðis: Sí, eg snúgvi andliti mínum móti tykkum til ógævu og tað til tess at avoyða allan Júda. v12 Og eg rívi burtur Júda leivdir, sum sett hava í seg at fara til Egyptalands til at búgva har í útisetri; allir skulu teir farast í Egyptalandi, falla fyri svørði og hungri og farast bæði ung og gomul; ja, fyri svørði og hungri skulu teir doyggja og verða til bølbiðingarorð og ræðslu, til bølbøn og spott. v13 Og eg skal heimsøkja teir, sum búgva í Egyptalandi, á sama hátt sum eg heimsøkti Jerúsalem við svørði, hungri og drepsótt. v14 Og av Júda leivdum, teimum, ið komu til Egyptalands at búgva har í útisetri, skal eingin verða bjargaður ella komast undan, so at hann kann venda aftur til Júdalands, ið teimum langtar at koma aftur til og búsetast í; nei, einans nøkur fá, sum komast undan, skulu koma heim aftur.
v15 Men allir menninir, ið væl vistu, at konur teirra kyndu øðrum gudum offureld, og allar konurnar, sum stóðu har í miklum flokki, og alt fólkið, sum búði í Egyptalandi, í Pátros, svaraði Jeremia: v16 Hasum, sum tú í navni Harrans hevur talað til okkara, vilja vit ikki lurta eftir; v17 nei, heldur vilja vit halda tey heiti, sum vit hava gjørt um at kynda offureld fyri himnadrotningini og ofra henni droypioffur, eins og vit sjálvir og fedrar okkara, kongar og høvdingar okkara gjørdu í Júda borgum og í Jerúsalems gøtum; tá høvdu vit nøgdir av mati; okkum vignaðist alt væl, og eingin ógæva kom yvir okkum. v18 Men síðan vit lættu av at kynda himnadrotningini offureld og bera henni droypioffur, hevur alt trotið hjá okkum, og vit hava farist fyri svørði og hungri. v19 Og tá ið vit kynda himnadrotningini offureld og bera henni droypioffur, munnu tá menn okkara ikki vita av, at vit gera henni offurkøkur í hennara líki og hella út droypioffur fyri henni?
v20 Tá gav Jeremia øllum fólkinum, monnunum og konunum og øllum fólkinum, sum hevði mótmælt honum, hetta svar: v21 Man ikki Harrin hava givið sær far um teir offureldar, sum tit kyndu í Júda borgum og á Jerúsalems gøtum, bæði tit og fedrar tykkara, kongar og høvdingar tykkara og øll almúga landsins? Munnu teir ikki vera komnir honum í huga? v22 Harrin kundi ikki longur tola teirra vándu gerðir og tær andstygdir, sum teir intu; tí er land tykkara vorðið at reyni og ræðslu og bølbiðingarorði, sum nú gongur sjón fyri søgn. v23 Fyri at tit kyndu offureldar og syndaðu móti Harranum og ikki lýddu rødd Harrans ella fóru eftir lóg hans, fyriskipanum og vitnisburðum hans, tessvegna hevur henda ógævan verið tykkum fyri, sum varir enn í dag. v24 Og Jeremia segði við alt fólkið og allar konurnar: Hoyrið orð Harrans, allir tit Júdamenn, sum í Egyptalandi eru: v25 So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Tit og konur tykkara hava talað við munni tykkara og framt tað við hondum tykkara; tit søgdu: Vit vilja halda tey heiti, sum vit hava gjørt, at kynda himnadrotningini offureld og hella henni út droypioffur. So haldið tá heiti tykkara og evnið tey! v26 Hoyrið tí orð Harrans, allir tit Júdamenn, sum búgva í Egyptalandi: Sí, eg svørji við mikla navn mítt, sigur Harrin: Ongantíð skal nakar maður úr Júda taka navn mítt aftur upp á tunguna í øllum Egyptalandi og siga: So satt sum Harrin drottin livir! v27 Sí, eg vaki yvir teimum til tess at elva teimum ilt og einki gott; allir Júdamenn, sum í Egyptalandi eru, skulu farast fyri svørði og hungri, til eingin teirra er eftir. v28 Einans nøkur fá, sum komast undan svørðinum, skulu koma heim aftur úr Egyptalandi til Júdalands; og allar Júda leivdir, ið komu til Egyptalands at búgva har í útisetri, skulu sanna, hvørs orð ganga út, míni ella teirra! v29 Og havið hetta sum tekin um, sigur Harrin, at eg vil revsa tykkum á hesum staði, so at tit sanna, at tann ógæva, sum eg havi talað um, skal verða tykkum fyri: v30 So sigur Harrin: Sí, eg gevi Fárao Hofra, Egyptalands kong, upp í hendur fígginda hans og upp í hendur teirra, sum royna eftir lívi hans, eins og eg gav Zidkia, Júdakong, upp í hendur Nebukadnezars, Bábelkongs, ið var fíggindi við hann og royndi eftir lívi hans.