Ugganarorð til Báruks

v1  Orðið, sum Jeremia profetur talaði til Báruks Neriasonar, tá ið hann skrivaði upp í bókina øll hesi orðini av munni Jeremia á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar, Júdakongs, soljóðandi: v2  So sigur Harrin, Guð Ísraels, um teg, Báruk: v3  Av tí at Báruk sigur: Vei mær, tí at harm hevur Harrin lagt aftur at kvøl míni. Eg eri móður av at stynja, og hvíld finni eg onga! v4  Tí skalt tú siga við hann: So sigur Harrin: Sí, tað, sum eg havi bygt, bróti eg niður, og tað, sum eg havi sett niður, slíti eg upp; soleiðis skal fara øllum á fold. v5  Og tó tráar tú eftir miklum lutum, men tað skalt tú ikki; tí at eg leiði ógævu yvir hold, sigur Harrin; men tær gevi eg lív títt eins og herfong allar staðir, hvar tú so kemur.