v1 Orð Harrans, ið kom til Jeremia um tjóðirnar. v2 Um Egyptaland, viðvíkjandi herinum hjá Fárao Neko, Egyptalands kongi, sum stóð við ánna Eufrat í Karkemisj, og sum Nebukadnezar Bábelkongur vann sigur av á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar, Júdakongs: v3 Búgvið til skjøld og verju og gangið fram til orrustu. v4 Setið rossini fyri, setist upp á gangararnar og fylkist undir hjálmum, brýnið spjótini og farið í herklæðini! v5 Hví eru teir fyri ongum av ræðslu og hopa undan? Kappar teirra lúta; teir flýggja yvir háls og herðar uttan at hyggja aftur um seg; ræðslur alt íkring, sigur Harrin. v6 Hin fótfimi firrar ikki lívinum, og kapparnir komast ikki undan; norðuri við Eufratánna snáva teir og falla. v7 Hvør er hasin, ið hevjar seg eins og Nílá, aldur hennara koma ymjandi eins og streymar? v8 Tað er Egyptaland, ið hevjar seg eins og Nílá, og aldur tess koma ymjandi eins og streymar; tað hugsaði: Eg skal hevja meg og hylja alla jørðina og oyða øll, sum á henni búgva! v9 Setið øðiliga ferð á hestar og vagnar, latið hetjurnar toka fram, Blámenn og Putmenn, ið bera skjøld, og Luditar, ið spenna boga! v10 Hetta er dagur drottins, Harra herliðanna, hevndardagurin, tá ið hann hevnir seg inn á fíggindar sínar. Ja, nú skal svørðið eta seg mett og drekka seg fult av blóði teirra; tí at nú heldur Harrin, drottin herliðanna, offurslátran í norðursins landi við Eufratánna. v11 Far niðan í Gilead eftir balsami, tú ungmoyggin, Egyptalands dóttir! Til einkis nýtir tú nógvan heilivág; sár tíni batna ikki aftur. v12 Tjóðirnar hoyra neyðarróp tíni, venan tín fyllir upp jørðina; tí at kappi snávar um kappa, saman falla teir báðir.
v13 Orðið, sum Harrin talaði til Jeremia profet, um at Nebukadnezar Bábelkongur skuldi koma og vinna sigur av Egyptalandi: v14 Kunngerið tað í Egyptalandi, latið tað spyrjast í Migdol, ja, latið tað spyrjast í Nóf og Takpankes, sigið: Gakk fram og búgv teg út til víggja; tí at svørðið oyðir kring um teg! v15 Hví er Ápis, tarvur tín, flýddur? Hann kundi ikki standast, av tí at Harrin rak hann burtur. v16 Tín tjóðblandaði herur snávar og fellur; teir siga hvør við annan: Á føtur! Latum okkum snúgva heim aftur til fólks og føðilands várs undan tí oyðandi svørði! v17 Nevnið Fárao, Egyptalands kong: Hámikilleikin, hann letur ta lagaligu stundina fara frá sær! v18 So satt sum eg livi, sigur kongurin, hvørs navn er Harri herliðanna: Líkur Tábor fjallanna millum og líkur Karmel við havið man hann koma! v19 Búgv teg til burturferðar, tú dóttir Egyptalands, ið har býrt; tí at Nóf skal verða avoydd og liggja mannaoydd í øsku. v20 Avbæra vøkur kvíga var Egyptaland; men eiturfluga ein úr norðurlandi ráddist á hana. v21 Sjálvt hinir leigaðu hermenninir, ið eru eins og gøðingarkálvar, venda við og flýggja allir samlir; teir kunnu ikki standast, tí glatunardagur teirra er komin yvir teir, revsingartími teirra. v22 Rødd tess er eins og á hvæsandi ormi; við herliði toka teir fram og ráðast á tað við øksum eins og viðahøggarar. v23 Teir høgga niður skóg tess, sigur Harrin; tí at ikki er farandi gjøgnum hann; teir eru fleiri enn ongspretturnar; ikki fæst tal á teimum. v24 Til skammar verður Egyptalands dóttir, verður givin upp í hendur á norðurlandsins fólki. v25 So sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels: Sí, eg skal koma yvir Ámon í Nó og yvir Fárao og Egyptaland við gudum og kongum sínum, yvir Fárao og øll, sum troysta á hann. v26 Og eg gevi teir upp í hendur teirra, sum royna eftir lívi teirra, og upp í hendur Nebukadnezars Bábelkongs og upp í hendur tænara hans; men eftir tað skal landið bygt verða sum í forðum, sigur Harrin.
v27 Óttast tí ikki, tænari mín Jákup og Ísrael, lat ikki hugin bila tær; tí at eg skal bjarga tær úr fjarlegdini og avkomi tínum úr herleiðingarlandinum; Jákup skal koma heim aftur og búgva í friði og náðum og eingin órógva hann. v28 Óttast ikki, tænari mín, Jákup, sigur Harrin, tí at eg eri við tær; tí at eg vil avoyða allar tjóðirnar, har sum eg havi spjatt tykkum um; men teg vil eg ikki avoyða; eg vil revsa teg hóvliga, tó ikki sleppa tær med alla undan revsing.