v1 Orðið, sum kom til Jeremia profet um Filistar, áður enn Fárao hevði vunnið Gaza: v2 So sigur Harrin: Sí, vøtn koma fossandi norðaneftir og verða at á, ið fløðir yvir og skolar yvir landið og alt, sum í tí er, yvir borgir og íbúgvar teirra, so at menn hevja neyðarróp, og allir íbúgvar landsins vena seg. v3 So gellur í hógvum hesta hans, og so er dunið frá vagnum og glintanin av hjólum teirra, so at fedrar ikki tora at venda aftur eftir børnum sínum, av tí at hendur teirra eru máttleysar v4 nú, ið dagurin er komin til at avoyða allar Filistar og beina fyri hvørjum hjálparmanni, sum Týrus og Zidon hava eftir; tí at Harrin avoyðir Filistar, tað sum eftir er av Kaftors oyggjarskeggjum. v5 Gaza er vorðin berskøllut, Asjkalon løgd í oyði; tú leivd av Ánakitum, hvussu leingi vilt tú skeina hold títt? v6 Á, svørð Harrans, hvussu leingi vilt tú leika í? Far aftur í slíðrar tínar, stilla teg og bint frið! v7 Hvussu kann tað binda frið, tá ið Harrin hevur búgvið tí út ímóti Asjkalon og havsins strond, hagar sum hann letur tað fara?