v1 Um Ammonitar. So sigur Harrin: Eigur Ísrael ongar synir, ella hevur hann ongan arvinga? Hví hevur tá Milkom tikið Gád í arv og fólk hans búsett seg í borgum hans? v2 Tí skulu dagar koma, sigur Harrin, tá ið eg lati herróp dynja móti Rabba, borg Ammonita, og hon skal verða til grótrúgvu, og døtur hennara brenna upp í eldi; og tá skal Ísrael arva aftur arvingar sínar, sigur Harrin. v3 Vena teg, Hesjbon, tí at oydd er Ai! Eymkið tykkum, Rabba-døtur og gyrðið tykkum sekki, harmið og reikið um innan kvíggjanna; tí at Milkom skal fara í útlegd, prestar hans og høvdingar, hvør við øðrum. v4 Hví erpar tú tær av dølum tínum, tú fráfalna dóttir, ið lítur á ognir tínar og sigur: Hvør skuldi kunnað komið til mín? v5 Sí, eg lati ræðslu koma yvir teg úr øllum ættum, sigur Harri herliðanna; og tit skulu verða sundrað, hvør í sína ættina, og eingin savna aftur teir, sum flýggja. v6 Men at endanum vendi eg lagnu Ammonita, sigur Harrin.
v7 Um Edóm. So sigur Harri herliðanna: Er eingin vísdómur meir í Teman? Vita hinir hygnu eingi ráð, ella er vitska teirra fyri ongum? v8 Flýggið burtur og krógvið tykkum djúpt niðri, tit, sum búgva í Dedan, tí at Esavs oyðilegging lati eg koma yvir hann á revsingarstund hans. v9 Ráðast vínberjatínarar á teg, tá leiva teir onga eftirtíning, ella tjóvar koma á nátt, tá oyða teir frá hond. v10 Tí at sjálvur leggi eg Esav beran, avhylji loynistaðir hans, so at hann ikki fær krógvað seg; fyri armi brøðra og granna sína er hann oyddur og er ikki til meira. v11 Faðirloysingar tínar skal eg taka at mær og lata liva; lat einkjur tínar troysta á meg. v12 Tí at so sigur Harrin: Sí, teir, sum ikki áttu at tøma steypið, máttu tøma tað; skalt tú tá sleppa undan? Nei, tú skalt ikki sleppa undan, men tøma tað at botni! v13 Tí at eg svørji við sjálvan meg, sigur Harrin, at Bozra skal verða til øtan og spott, til oyði og bølbønarorð, og allar bygdir hennara liggja sum ævigar toftir. v14 Tíðindi havi eg hoyrt frá Harranum, og boðberi er sendur út millum tjóðanna: Savnist saman! Haldið ímóti honum og búgvist til bardaga! v15 Tí sí, eg geri teg lítlan tjóðanna millum og vanvirdan millum manna. v16 Ræðsla komi yvir teg! Nasadirvi hjarta tíns hevur tølt teg, tú, sum býrt í bergskorum og hølast á høgum knúkum; tó at tú byggir reiður títt hátt uppi eins og ørnin, skal eg stoyta teg oman haðan, sigur Harrin. v17 Edóm skal verða til ræðslu; hvør, sum kemur fram við honum, skal ønskrast og bríksla háðandi at øllum teimum sárum, ið hann hevur fingið. v18 Eins og Sódoma og Gómorra og borgirnar har um leið vórðu kollveltar, soleiðis skal har eingin maður búgva, og einki mansbarn setast niður har. v19 Sí, eins og ljón, ið fer út úr runnaskógi Jórdans niðan á hina sígrønu fløtuna, soleiðis vil eg alt í einum reka hann burtur úr landi mínum. Tí at hvør er mín útvaldi, ið eg vil seta til at valda honum? Tí at hvør er javnlíki mín, og hvør kann stevna mær á ting, og hvør er tann hirði, sum kann standast fyri ásjón míni? v20 Hoyrið tí tey ráð, sum Harrin hevur lagt ímóti Edóm, og tað, sum hann hevur ætlað teimum, sum búgva í Teman: Vissuliga skal alt tað minsta av fylginum verða drigið burtur, vissuliga skulu beitilendi teirra øtast yvir tey. v21 Av duninum frá falli teirra gongur jørðin kyk; neyðarróp teirra hoyrast til Reyðahavsins. v22 Sí, eins og ørnin hann hevjar seg og kemur við útbreiddum veingjum sveimandi yvir Bozra; á tí degi verður hjartað á Edóms hetjum eins og hjartað á konu, sum er í neyð.
v23 Um Dámaskus. Borgirnar Hámat og Arpad eru vorðnar til skammar, tí at ring tíðindi hava tær fingið; fullar av ótta eru tær, í órógv eins og havið, sum ongantíð er kyrt. v24 Dámaskus er hugfallin, rikin undan og flýdd; ótti hevur gripið hana, angist og verkir tikið hana eins og konu í barnferð. v25 Vei henni! Tí at oyðin liggur hin heiðraða borg, fagnaðarborgin! v26 Tí at nú falla unglingar hennara á torgunum, og allir hermenninir farast á tí degi, sigur Harrin. v27 Og eg seti eld á Dámaskusar borgargarðar, hann skal oyða hallir Benhádads.
v28 Um Kedar og kongaríki Házors, ið Nebukadnezar Bábelkongur vá. So sigur Harrin: Standið upp! Farið ímóti Kedar og herjið á eysturbúgvar! v29 Teir skulu taka tjøld og fenað teirra og flyta burtur tjalddúkar teirra, amboð øll og kamelar teirra og rópa: Ræðsla alt íkring! v30 Flýggið sum skjótast og krógvið tykkum djúpt niðri, tit íbúgvar Házors, sigur Harrin, tí at Nebukadnezar Bábelkongur leggur ráð upp ímóti tykkum og hevur í huga ilskuráð ímóti tykkum. v31 Á føtur! Farið ímóti tjóð, sum býr í friði og náðum, sigur Harrin! Teir hava hvørki lið ella lokur og búgva einsæris. v32 Kamelar teirra skulu verða at ráni og teirra nógvi fenaður at herfongi; og allar teir við jaðarkliptum hári sundri eg fyri allar vindar og lati úr øllum ættum ógævu ráðast á teir, sigur Harrin. v33 Házor skal verða sjákálabøli og til oyði allar ævir; maður skal ongantíð búgva har aftur og einki mansbarn dvølja har.
v34 Orð Harrans, ið kom til Jeremia profets um Elam í byrjan ríkisstjórnar Zidkia Júdakongs, soljóðandi: v35 So sigur Harri herliðanna: Sí, eg bróti sundur Elams boga, meginstyrki teirra. v36 Eg loypi hinum fýra vindunum úr himinsins fýra ættum á Elam og spjaði teir fyri øllum hesum vindum; og eingin tjóð skal finnast, sum burturriknir úr Elam ikki leita til. v37 Eg slái Elamitar við ræðslu fyri fíggindum teirra og fyri teimum, ið royna eftir lívi teirra. Og ógævu, brennandi bræði mína, lati eg koma yvir teir, sigur Harrin; svørðið skal verða eftir teimum, til eg havi beint fyri teimum øllum somlum. v38 Eg reisi hásæti mítt í Elam og oyði haðan bæði kong og høvdingar, sigur Harrin. v39 Men á síðstu døgum, tá vendi eg lagnu Elams, sigur Harrin.