Harrin er náðigur, um fólkið vendir við

v1  Vendir tú við, Ísrael, sigur Harrin, tá snúgv tær aftur til mín; og koyrir tú tínar andstygdir frá tær, skalt tú ikki verða burturrikin frá ásjón míni. v2  Og svørt tú: So satt sum Harrin livir! Av reinum huga, rættiliga og rættlynt, tá skulu tjóðir ljóta signing við honum og rósa sær av honum. v3  Tí at so sigur Harrin við Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems: Brótið tykkum jørð upp úr nýggjum og sáið tó ikki millum torna! v4  Umskerið tykkum fyri Harranum og takið burtur yvirhúð hjarta tykkara, tit Júdamenn og Jerúsalems íbúgvar, so at ikki bræði mín skal bróta út sum eldur og brenna, so at ikki verður sløkt vegna tykkara vándu verk!

Tveir spádómar um grimman fígginda úr norðuri

v5  Berið boð um í Júda og Jerúsalem, kunngerið og sigið frá, latið lúðurin gella um landið og rópið av øllum mátti og sigið: Savnið tykkum saman og farið inn í víggirdu borgirnar! v6  Reisið hermerki í ættina móti Zion! Flýggið undan og steðgið ikki; tí at ógævu lati eg koma norðaneftir og mikla oyðing. v7  Ljón er risið upp úr runnum sínum, hann, ið týnir tjóðir, er hildin avstað, er farin heiman til tess at gera land títt at oyði; borgir tínar skulu týnast og liggja mannoyddar. v8  Gyrðið tykkum tí við sekki og syrgið og eymkið tykkum, tí at brennandi bræði Harrans skal ikki víkja frá okkum! v9  Á tí degi, sigur Harrin, skal kongi og høvdingum bila hugur og hjarta, prestarnir skulu ønskrast og profetarnir øtast. v10  Og teir skulu siga: Á, Harri, drottin, ógvuliga illa hevur tú lumpað hetta fólk og Jerúsalem við at siga: Friður skal tykkum lutast! Og nú er svørðið komið inn at sálini!

Gløðandi eystanstormur

v11  Tá skal verða sagt við hetta fólk og Jerúsalem: Gløðandi vindur kemur av oyðimarkarinnar skógarleysu hólum yvir dóttur fólks míns – ikki til at tína og foykja korn, v12  nei, harðari veður enn so síggi eg koma –. Tessvegna vil eg nú kvøða upp dómar yvir teir. v13  Sí, eins og skýggj hann tokar fram, hervagnar hans eins og stormskýggj; fljótari enn ørnir eru hestar hans; vei okkum! Vit ganga til grundar. v14  Tváa ilskuna av hjarta tínum, Jerúsalem, at tú mást verða bjargað; hvussu leingi skulu ilskuráð tíni búgva í brósti tínum? v15  Tessvegna hoyrið! Úr Dán koma tíðindi, ófrættir frá Efraims fjøllum: v16  Minnið tjóðirnar á tað, latið tað hoyrast í Jerúsalem! Kringsetarar koma úr fjarløgdum landi og hevja herróp ímóti Júdaborgum; v17  eins og akurvørðir kringseta teir hana, av tí at hon treiskaðist ímóti mær, sigur Harrin. v18  Atferð tín og gerðir tínar hava volt tær hetta; her sært tú vándsku tína! Ja, hon er beisk, ja, hevur rakt teg í insta hjarta!

Hesir ræðuligu lutir ræða profetin

v19  Á, barmur mín, barmur mín! Eg nøtri! Á, veggir hjarta míns! Hjarta mítt bylgist í mær; eg fái ikki tagt; tí at inn í sál mína dynur lúðrablástur og orrusturómur! v20  Boðað verður frá sori og sorli; tí at alt landið er oytt; brádliga fórust tjøld míni, tjalddúkar mínir alt í einum! v21  Hvussu leingi skal eg síggja hermerkið og lýða á lúðrablástur? v22  Tí at fákunnugt er fólk mítt; meg kenna teir ikki; teir eru býttligir synir og uttan vitsku; í tí illa eru teir vísir, men gott at fremja, tað duga teir ikki.

Ein sjón um hin grimma fíggindan

v23  Eg leit at jørðini og sí, hon var oyðin og ber, at himnunum og sí, ljós teirra var sloknað! v24  Eg leit at fjøllunum, og sí, tey nøtraðu; og allir heyggjar gingu kykir. v25  Eg hugdi meg um, men sí, har var mannoyði, og rýmdir vóru allir fuglar himinsins. v26  Eg hugdi meg um og sí, aldingarðurin var oyðimørk, og allar borgirnar hevði Harrin oytt í síni brennandi bræði. v27  Tí sí, sigur Harrin: Oyðið skal alt landið verða; men aloyða tað vil eg tó ikki. v28  Tí syrgir foldin, og tí er himinin í erva klæddur í svart, av tí at eg havi talað, og eg iðri meg ikki eftir tí, eg havi skipað tað og gangi ikki frá tí.

Hin havnaða skøkjan

v29  Reiðmenn og ørvagarpar lata rópini dynja, so at alt landið er á flótta; teir smoykja seg inn í runnaskóg og klíva upp á klettar; hvør borg er givin yvir, eingin maður býr í teimum. v30  Og tú, hvat ætlar tú tær at gera? Um tú letur teg í skarlak, skrýðir teg upp við gyltum skreyti og gert eygu tíni stór við smyrsli, tá er tað tó til einkis, at tú gert teg fagra; alskarar tínir einkisvirða teg; tað er lívi tínum, teir royna eftir. v31  Ja, eg hoyri róp eins og av konu í barnferð, neyðarróp eins og av konu, sum føðir á fyrsta sinni. Hoyr, Zions dóttir, hvussu hon stynur við útrættum hondum: Á, vei mær; tí at sál mín ørmaktast av atvoldum teirra, ið myrða.