v1 Orðið, sum Harrin talaði um Bábel, um land Kaldea við Jeremia profeti: v2 Kunngerið tað tjóðanna millum, boðið frá tí, setið upp merki og boðið frá tí; dyljið tað ikki og sigið: Vunnin er Bábel, Bel vorðin til skammar; sorlaður er Merodak, gudamyndirnar vorðnar til skammar og skurðgudarnir niðurbrotnir. v3 Tí at tjóð kemur ímóti henni norðaneftir; hon ger land hennara at oyði, so at eingin býr har; bæði fólk og fæ er rýmt burtur.
v4 Á teimum døgum og á teirri tíð, sigur Harrin, skulu Ísraelsmenn koma og saman við teimum Júdamenn; grátandi skulu teir ganga og søkja Harran, Guð sín. v5 Eftir vegnum til Zion spyrja teir; hagar horva andlit teirra; teir koma og halda seg aftur at Harranum við ævigum sáttmála, sum ikki skal verða gloymdur. v6 Fólk mítt var eins og vilstur seyður; hirðar teirra høvdu rikið teir av leið, niðan á fjøllini. Av hálsum og aftur á heyggjar reikaðu teir um og gloymdu hvíldarstað sín. v7 Hvør, ið kom fram á teir, át teir upp. Mótstøðumenn teirra søgdu: Vit hava einki gjørt til sakar; tí at teir høvdu jú syndað móti Harranum, rættferðarbeitilendinum, vón fedra teirra, Harranum.
v8 Rýmið út úr Bábel! Haldið avstað úr landi Kaldea og verið eins og havrar á odda fyri fylginum! v9 Tí at sí, eg lati úr norðursins landi mangar og miklar tjóðir koma móti Bábel og búgva seg til orrustu móti henni; úr teirri ættini skal hon verða vunnin. Ørvar teirra eru eins og hjá sigursælari hetju, sum ikki kemur aftur við ongum. v10 Kaldea skal verða at herfongi; allir, sum hana ræna, skulu verða mettir og væl settir, sigur Harrin. v11 Gleðið tykkum bert og fegnist, tit, ið hava rænt arvalut mín, leypið eins og kálvar um grønar fløtur og neggið eins og graðhestar; v12 tí at brátt verður móðir tykkara herviliga til skammar; hon, sum føddi tykkum, má hylja seg av skomm; nú verður hon hin minsta millum tjóða, ein oyðimørk, eitt ørtyst og oyðið land. v13 Vegna vreiði Harrans skal hon liggja óbygd og verða øll somul at reyni; hvør, ið kemur fram við Bábel, skal øtast og bríksla háðandi yvir øll tey sár, sum hon hevur fingið. v14 Fylkið tykkum nú kring Bábel, allir ørvagarpar; skjótið á hana, sparið ikki ørvarnar; tí at móti Harranum hevur hon syndað! v15 Hevjið herrópið yvir hana úr øllum ættum! Hon hevur givist; torn hennara sligin undan og borgargarðarnir brotnir niður. Tí at tað er hevnd Harrans. Hevnið tykkum inn á hana, lønið henni aftur tað, sum hon hevur gjørt! v16 Oyðið úr Bábel sáðmann og tann, sum trívur um akurknívin í skurðtíðini. Undan tí vígfreka svørði skal hvør venda heim aftur til tjóðar sínar og flýggja aftur til lands síns.
v17 Ísrael er eins og burturskelkaður seyður, ið ljón hava jagstrað; fyrst át Assurs kongur hann, og nú síðst hevur Nebukadnezar Bábelkongur jaglað bein hans. v18 Tí sigur Harri herliðanna, Guð Ísraels, soleiðis: Sí, eg skal revsa Bábelkong og land hans á sama hátt, sum eg revsaði Assurkong, v19 og flyta Ísrael heim aftur á haglendi sítt, og teir skulu ganga á biti á Karmel og Básjan og metta seg á Efraims fjøllum og í Gilead. v20 Á teimum døgum, á teirri tíð, sigur Harrin, man verða leitað, eftir misgerð Ísraels, men hon er ikki til meira, eftir syndum Júda, men tær finnast ikki, tí at eg fyrigevi teimum, sum eg lati vera eftir. v21 Far móti Meratáimlandi, far móti tí og móti teimum, sum búgva í Pekod; oyð og halga teir banni, sigur Harrin, og ger í øllum soleiðis, sum eg bjóði tær. v22 Orrusta dunar um landið, alt er í sori! v23 Hvussu er nú ikki hamar alrar jarðar avstøktur og brotin! Hvussu er nú Bábel ikki vorðin eitt øtanartekin tjóðanna millum! v24 Eg legði snerru fyri teg, tú varðst føst, Bábel, og visti ikki av tí, funnin og tikin varðst tú; tí at tú stríddist ímóti Harranum. v25 Harrin læt upp sína vápnagoymslu, tók fram vreiðivápn síni, tí at Harrin, drottin herliðanna, vinnur verk í landi Kaldea. v26 Ráðist á hana úr øllum ættum, latið upp løður hennara, rúgvið hana saman eins og bundi og halgið hana banni; latið einki vera eftir av henni! v27 Drepið allar oksar hennara; teir skulu níga niður til slátranar! Vei teimum, tí at dagur teirra er komin, revsingartími teirra. v28 Hoyrið, hvussu teir flýggja til tess at komast út úr Bábellandi, og boða í Zion, at Harrin, Guð vár, hevur hevnt seg og gjørt hevnd fyri halgidóm sín! v29 Bjóðið út øllum skotmonnum móti Bábel, øllum ørvagørpum, setið herbúðir alt íkring hana, so at eingin kemst undan, lønið henni aftur verk hennara og farið við henni samsvarandi øllum, sum hon hevur gjørt; tí at nasadjørv hevur hon verið móti Harranum, Ísraels heilaga. v30 Tí skulu unglingar hennara falla á torgunum, og allir hermenn hennara farast á tí degi, sigur Harrin. v31 Sí, eg ráðist á teg, tú »Nasadjarva«, sigur Harrin, drottin herliðanna; tí at dagur tín er komin, tín revsingarstund. v32 Tá skal »Nasadjarva« snáva og falla, og eingin hjálpa henni aftur á føtur; tá seti eg eld á borgir hennara, og hann skal oyða alt, sum er rundan um hana. v33 So sigur Harri herliðanna: Kúgaðir hava bæði Ísraelsmenn og Júdamenn verið; allir teir, ið herleiddu teir, halda teimum føstum og vilja ikki lata teir leysar. v34 Men loysnari teirra er sterkur Harri herliðanna er navn hans; hann man vissuliga flyta mál teirra og veita allari jørðini frið, men Bábelbúgvum ófrið.
v35 Svørð yvir Kaldear, sigur Harrin, og yvir Bábelbúgvar, yvir høvdingar og spekingar teirra! v36 Svørð yvir rúnarmenn teirra, so at teir roynast býttlingar! Svørð yvir hetjur teirra, so at hugur teimum bilar! v37 Svørð yvir hestar og vagnar teirra, yvir alt hitt tjóðblandaða harkalið, ið er teirra millum, so at teir verða sum konur, og svørð yvir goymslubúr teirra, so at tey verða rænd! v38 Turkur komi yvir vøtnini, so at tey torna upp, tí at skurðgudaland er tað, og við ræðslumyndum sínum leika teir sum óðir. v39 Tí skulu urðarkøttir hølast har saman við sjákálum, og strutsar skulu búgva har; landið skal verða óbygt um allar ævir og liggja mannoytt ætt eftir ætt. v40 Eins og Guð kollvelti Sódomu og Gómorru og bygdirnar har um leið, sigur Harrin, so skal har eingin maður búgva, einki mansbarn dvøljast har. v41 Sí, fólk kemur norðaneftir, mikil tjóð og veldigir kongar leggja út av ytstu útryðjum jarðar. v42 Teir bera boga og spjót, eru grimmir og eira ongum, rødd teirra er sum havsins bralan; á hestum teir ríða, búnir sum hermenn til bardaga móti tær, Bábeldóttir! v43 Bábelkongur hevur fingið fregn av teimum, magnleysar eru hendur hans, angist er komin á hann, nøtran eins og á konu í barnferð. v44 Eins og ljónið fer úr Jórdans runnaskógi niðan á sígrønu fløtuna, vil eg alt í einum reka teir burtur úr landi teirra. Tí at hvør er mín útvaldi, ið eg vil lata fáa tað at ráða fyri? Tí at hvør er javnlíki mín? Hvør kann stevna mær á ting? og hvør er tann hirði, sum kann standast fyri ásjón míni? v45 Hoyrið tí tey ráð, sum Harrin hevur lagt ímóti Bábel, og tær hugsanir, sum hann hevur úthugsað móti landi Kaldea: Vissuliga skal alt tað minsta úr fylginum verða burturdrigið! Vissuliga skal beitilendi teirra ønskrast við teir! v46 Fyri rópinum: Bábel er vunnin! nøtrar jørðin, og venan teirra hoyrist tjóðanna millum.