v1 Zidkia var tjúgu og eitt ára gamal, tá ið hann varð kongur, og í ellivu ár stýrdi hann í Jerúsalem; móðir hansara æt Hámital Jeremiadóttir úr Libna. v2 Og hann gjørdi tað, sum ilt var í eygum Harrans í øllum, so sum Jójakim hevði gjørt. v3 Vegna vreiði Harrans kom hetta yvir Jerúsalem og Júda; og at endanum rak hann tey burtur frá ásjón síni. Men Zidkia sleit trúnað við Bábelkong; v4 og á níggjunda ríkisári hans á tíggjunda degi hins tíggjunda mánaðar, kom Nebukadnezar Bábelkongur við øllum heri sínum móti Jerúsalem og setti herbúðir sínar kring hana og bygdi vígvirki móti henni alt íkring. v5 Og borgin var kringsett alt fram at ellivta ríkisári Zidkia kongs. v6 Men á níggjunda degi hins fjórða mánaðar, tá ið hungursneyðin var mikil í borgini, og almúgan í landinum einki hevði at eta, v7 tá varð skarð brotið á borgargarðin; og alt herfólkið flýddi og rýmdi um náttina út úr borgini gjøgnum liðið millum múrarnar tætt við kongsgarðin; og tó at Kaldear umringaðu borgina, hildu teir leiðini móti Árábaslættanum. v8 Men herur Kaldea helt aftan á kongin og fekk hann aftur á Jerikovøllum, eftir at allur herur hans var sundraður frá honum. v9 Teir tóku kongin á hondum og fluttu hann til Bábelkongs til Ribla í Hámatlandi; og har feldi hann dóm yvir hann. v10 Og Bábelkongur læt drepa synir Zidkia fyri eygum hans, og somuleiðis læt hann í Ribla drepa allar høvdingar Júda. v11 Men Zidkia sjálvan læt hann blinda og leggja í fjøtur av kopari; síðan flutti hann hann til Bábelborgar og læt hann sita í fangahúsi til deyðadags hansara.
v12 Á tíggjunda degi hins fimta mánaðar, tað er at siga á nítjanda ríkisári Nebukadnezars Bábelkongs, tá kom Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi og tænari Bábelkongs, til Jerúsalem v13 og setti eld á hús Harrans og á kongshøllina og øll húsini í Jerúsalem; somuleiðis brendi hann øll hús tignarmanna. v14 Og herur Kaldea, sum lívvarðarhøvdingin hevði við sær, breyt niður Jerúsalems borgargarðar alt til grundar. v15 Men tað, sum eftir var av fólki í borgini, og teir, sum rýmdir vóru yvir til Bábelkongs, og tað, sum eftir var av listasmiðum, herleiddi Nebuzarádan lívvarðarhøvdingi. v16 Men av almúgu landsins læt Nebuzarádan lívvarðarhøvdingi nakað vera eftir sum víngarðsmenn og jarðyrkismenn. v17 Koparsúlurnar í húsi Harrans og kervagnarnar og koparhavið, sum var í húsi Harrans, brutu Kaldear sundur og fluttu alt koparið til Bábelborgar. v18 Og ketlarnar, eldspakarnar, knívarnar, offurbollarnar og øll tey koparamboð, sum nýtt vórðu við gudstænastuna, tóku teir við sær. v19 Og skálirnar og eldpannurnar, offurbollarnar, ketlarnar og ljósastakarnar, køskirnar og bollarnar, sum alt var úr gulli ella silvuri, tók lívvarðarhøvdingin eisini. v20 Súlurnar tvær og havið við hinum tólv koparoksunum undir, kervagnarnir, sum Sálomon kongur hevði latið gera í húsi Harrans koparið av øllum hesum var ikki vigandi. v21 Hvør súlan var átjan alna høg, og tólv alna langur tráður tørvaði at røkka um hana; hon var holað innan og koparið fýra fingra tjúkt. v22 Uppi á henni var súlnahøvur fimm alna hátt, og kring um tað var rutt net og granatepli, alt av kopari; somuleiðis var hin súlan gjørd. v23 Men granateplini, sum hingu leys, vóru níti og seks; øll granateplini kring um tað rudda netið vóru hundrað í tali. v24 Og lívvarðarhøvdingin tók Seraja høvuðsprest og annanprestin Zefanja og duravørðirnar tríggjar; v25 og úr borgini tók hann hirðmann ein, sum hevði umsjón við herfólkinum, og sjey av teimum monnum, ið dagliga vóru saman við kongi og enn funnust eftir í borgini, og somuleiðis ritaran hjá herhøvdinganum, ið beyð út landsfólkinum í hernað, og seksti mans av landsmúgvuni, sum enn vóru eftir í borgini. v26 Hesar tók Nebuzarádan lívvarðarhøvdingi og flutti teir til Bábelkongs í Ribla. v27 Og Bábelkongur tók teir og læt teir drepa í Ribla í Hámatlandi. So var Júda herleiddur burtur úr landi sínum.
v28 Her skal nevnast talið á tí fólki, sum Nebukadnezar á sjeynda ríkisári sínum herleiddi: Trý túsund og tjúgu og tríggjar Júdear. v29 Á Nebukadnezars átjandi ríkisári: Úr Jerúsalem átta hundrað og tríati og tveir. v30 Á tjúgunda og triðja ríkisári Nebukadnezars herleiddi Nebuzarádan, lívvarðarhøvdingi, sjey hundrað og fjøruti og fimm Júdear. Í alt fýra túsund og seks hundrað.
v31 Og á tríatiunda og sjeynda útlegdarári Jójakins Júdakongs á tjúgunda og fimta degi hins tólvta mánaðar náðaði Evil-Merodak Bábelkongur, tað árið hann tók við ríki, Jójakin Júdakong og tók hann út úr fangahúsinum. v32 Og hann talaði blídliga við hann og sessaði hann ovast millum teir kongar, sum hjá honum vóru í Bábel. v33 Jójakin fór úr fangabúna sínum og sat, so leingi sum hann livdi, dagliga til borðs við honum. v34 Og allar vistir vóru honum veittar av Bábelkongi, alt hvat honum tørvaði á hvørjum degi til deyðadags hansara, so leingi sum hann livdi.